Stórdystur verður mikukvøldið, tá ið stórliðini Real Madrid úr Spaniu og Manchester United úr Onglandi bresta saman í 1/8-finalu í Champions League. Madrid-venjarin hevur stór orð um dystin.
Stórdystur verður mikukvøldið, tá ið stórliðini Real Madrid úr Spaniu og Manchester United úr Onglandi bresta saman í 1/8-finalu í Champions League. Madrid-venjarin hevur stór orð um dystin.
Tveir dystir verða millum bæði liðini. Tann fyrri verður í Madrid og tann seinni í Manchester.
– Tað eru fleiri dystir í hesum CL-umfarinum, men tað er eingin, sum kemur upp á knøini á dystinum millum hesi bæði stórliðini, sigur José Mourinho avgjørdur sum altíð.
– Allur heimurin bíðar bara eftir okkum. Og eg skal gera alt fyri at heimurin skal fáa ein góðan og undirhaldandi dyst, sigur portugisiski venjarin undan dystinum mikukvøldið við tíðindastovuna AFP.
Jose Mourinho hevur í nógv ár havt eitt serligt tilknýtið til Manchester United. Hann sló sítt venjaranavn og sítt virðið fast, tá ið hann, sum venjari fyri Porto í 2004, sló Manchester út av Champions League.
Og í tíðini sum Chelsea-venjari møtti hann tíðum Manchester og Alex Ferguson, sum hann eisini sær nógv upp til.
– Fyri okkum er týdningarmikið at klára okkum væl í Champions League, tí vit eru so at siga avskrivaðir í La Liga.
Í La Liga liggur Barcelona 16 stig frammanfyri Real Madrid.




