Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit hava mist sambandið við Vágsgrindina

Oliver Joensen

Tað sigur Bjarni Mikkelsen frá Náttúrugripa-savninum, nú onki signal er komið frá sendarunum, ið vóru settir á hvalirnar í fjør, síðani 3. februar í ár.

 Tað er kanska eitt lítið sindur skuffandi hjá okkum, at sendararnir ikki hildu longri. Sendararnir vóru settir á hvalirnar í vági fyrst í oktober mánaða í fjør, og hava teir sostatt hildið í 125 dagar.

Hinvegin hava vit lært nakað, tí teir tríggir sendararnir, sum vit hava mennt víðari frá merkingum fyrr, vóru teir sum hildu longst. Sendarar á grindahvalum, sum vit hava merkt, hava fyrr hildið í 133 dagar, teir sum hava hildið longst. Tað at teir nýggjastu hava hildið longst, taka vit sjálvandi sum, at vit eru á rættari leið í menningararbeiði okkara.

Grindin helt leiðina suðureftir, tó at hon dvaldist her norðuri í nakrar dagar. Vit rokna ikki við at grindir higani fara stórt longur suður enn til Asorurnar, har hendan grindin fór, men høvdu sendararnir hildið longri, so hevði verið spennandi at sæð, um grindin kom sama veg norður aftur, ella um hon fór vestur ímóti Grønlandi á norðurleiðini. Men tað kunnu vit kanska fáa staðfest eina aðru ferð.

Vit eru framvegis sinnaðir at merkja fleiri grindir. Tað er at vóna at vit fáa boð tá smáar grindir eru við landið og at grindamenn síggja við vælvild á tað vit fáast við, sigur Bjarni Mikkelsen at enda.

Harleyfacadeacryl