Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggj avtala: 70 milliónir til FSF næstu 4 árini

Jákup Ósá

Tey fýra komandi árini fær FSF áleið 70 milliónir fyri sjónvarpsrættindini, siga keldur hjá Norðlýsinum. Christian Andreasen, forseti í FSF, váttar, at FSF hevur gjørt eina sera góða avtalu við UEFA um sjónvarps rættindini komandi 4 árini.

Tey fýra komandi árini fær FSF áleið útvið 70 milliónir fyri sjónvarpsrættindini, siga vælvitandi keldur hjá Norðlýsinum. Christian Andreasen, forseti í FSF, váttar, at FSF hevur gjørt eina sera góða avtalu við UEFA um sjónvarps rættindini komandi 4 árini.

Gamla avtalan við Kentaro gongur út, tá hetta árið er liðugt. Vælvitandi keldur vilja vera við, at hon gav 50 milliónir til FSF í 4 ár, meðan tann nýggja avtalan liggur um tilsamans 70 milliónir fyri tey næstu 4 árini. Christian Andreasen er forseti í FSF og tó at hann ikki vil út við nøkrum tølum enn, so dylur hann ikki fyri, at FSF hevur gjørt eina góða avtalu við UEFA.

– UEFA er farið undir eitt átak, har teir hava fingið samlað øll sjónvarpsrættindini hjá limalondunum i UEFA. Vit hava eisini gjørt eina avtalu, sum vit eru sera væl nøgdir við. Eg kann siga so mikið sum at avtalan gevur FSF væl meira pengar enn gamla avtalan og fer hetta at muna gott í okkara arbeiði, sigur Christian Andreasen við Norðlýsið.

Sostatt fer FSF at fáa eina inntøku á áleið 17 milliónir um árið fyri sjónvarpsrættindini komandi 4 árini frá 2014 at rokna. Hetta má sigast at vera ein framúr góður sáttmáli fyri føroyskan fótbólt.

Harleywoodpaint