4 nýggj fólk eru í nýggju starvsnevndini hjá KÍ, ið telur 6 fólk.
4 nýggj fólk eru í nýggju starvsnevndini hjá KÍ, ið telur 6 fólk.
Aðalfundur var hjá KÍ mánakvøldið. 28 fólk møttu upp til fundin. M.a. skuldi nýggj starvsnevnd mannast undir nýggju bygnaðar broytingunum, har 6 fólk nú sita fyri hvør sítt ábyrgdarøkið. Símun Waag Høgnesen bleiv afturvaldur at hava ábyrgdina fyri ungdómsfótbóltinum, meðan hini vóru nýggj í starvsnevndini.
Tummas Lervig er formaður og samstundis formaður í Effonevndini
Aleksandur Joensen er næstformaður við ábyrgd fyri kvinnufótbólt
Kristoffur Ragnarsson er nevndarlimur við ábyrgd fyri hondbóltin
Símun Waag Høgnesen er nevndarlimur við ábyrgd fyri ungdómsfótbóltin
Karsten Hansen er nevndarlimur við ábyrgd fyri fíggjarmál
Jórun Jacobsen er nevndarlimur við ábyrgd fyri hølini
Á myndini síggja vit frá vinstru: Símun Waag Høgnesen, Tummas Lervig, Karsten Hansen, Jórun Jacobsen og Kristoffur Ragnarsson. Aleksandur Joensen var burturstaddur á fundinum og væntar á myndini.




