Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Teir fyrireika fyrsta byggistig av stadionætlanini við Djúpumýru

Nordlýsið

Grunnurin Stadion við Djúpumýru er komin væl ávegis at fyrireika fyrsta byggistig av stadionætlanini, sum fevnir um eitt skýlið sunnan fyri vøllin og íbinding til Bøgøtu.

Grunnurin Stadion við Djúpumýru er komin væl ávegis at fyrireika fyrsta byggistig av stadionætlanini, sum fevnir um eitt skýlið sunnan fyri vøllin og íbinding til Bøgøtu.

Í fjør varð stadionætlanin fyri Djúpmýru almannakunngjørd í býráðshøllini, og síðani tá hava umboð fyri fjepparafelagið hjá KÍ arbeitt miðvíst við at fyrireika eina fremjing av fyrsta byggistigi.

– Hesin fyrsti parturin av stadionætlanini fevnir um eitt áskoðaraskýlið sunnan fyri vøllin, frá KÍ-høllini og til endan av vøllinum, upplýsir Símin Esmar Vágsá, sum er ein av monnunum aftan fyri ætlanina.


Stuðul og fígging komið væl ávegis

– Vit hava arbeitt við hesum nú í eina tíð, har vit hava sett á stovn ein Grunnin Stadion við Djúpumýru, sum skal byggja og útvega neyðugu fíggingina til hetta fyrsta byggistigið.

– Tað gongur støðugt framá, og gongur tað, sum ætlað, fara vit skjótt at senda kommununi ta endaligu umsóknina um byggiloyvi, lendi og stuðul frá kommununi, sigur Símin Esmar Vágsá.

– Tað er kommunan, sum eigur lendið, har hetta fyrsta skýlið skal byggjast, og har hava vit fingið tilsøgn um, at tað verður í lagi. Harumframt hava vit fingið eina stuðulstilsøgn frá FSF, og nú arbeiða vit vit við at útvega stuðul frá vinnufyriføkum og frá grannakommununum her í Norðoyggjum.

– Her hava vit ofta fyrr fingið góðan stuðul, so eg havi góðar vónir um, at tann neyðuga upphæddin verður útvegað, so vit kunnu seta hetta projektið í gongd, sigur Símin Esmar.


Gevur framúr fótbóltsdám

– Sum umboð fyri fjeppararnar hjá KÍ er okkara fremsta endamál at skapa best møguligar umstøður til áskoðararnar hjá felagnum, og tí hevur eitt skýli sunnan fyri vøllin leingi verið eitt av okkara fremstu málum, tí hetta vil geva vøllinum ein framúr fótbóltsdám við skýlum báðu megin vøllin.

– Hetta fer eisini at gera umstøðurnar á vøllinum betri, tí fyri tað fyrsta verður tað stuttligari, tí kenslan av einum stadion verður har, og so fer hetta skýlið sunnan fyri vøllin – saman við KÍ-høllini – at verja ímóti lágættini.

– Vøllurin við Djúpumýru er kendur fyri sín góða fótbóltsdám, bæði tí her vanliga eru nógvir áskoðarar til dyst, og tí hann liggur so væl í býnum við skýli og áskoðaraumstøðum annars tætt fram við vøllinum – hetta sóu vit eisini í sambandi við steypafinalurnar, tá ið tær vórðu spældar her í tvey ár.

– Við hesum skýlinum sunnanfyri aftrat verður tað enn betri, heldur Símin Esmar Vágsá.


Pláss til góðar 400 áskoðarar

Nýggja áskoðaraskýlið, sum skal byggjast aftrat sunnan fyri vøllin, fevnir um 360 vanlig áskoðarapláss, 24 góð pláss til rørslutarnað, og síðan fevnir byggistigið eisini um eitt VIP-hølið ímillum sjálvt skýlið og KÍ-høllina, sum er sett at fevna um 24 VIP-pláss.

Umframt hetta fevnir hetta byggistigið eisini um atkomu í veghædd frá Bøgøtu fram við miðhæddini í KÍ-høllini og til áskoðaraskýlið, soleiðis at eitt nú rørslutarnaðir áskoðarar sera høgliga kunnu koma til dyst og fáa áskoðarapláss við góðum sýni yvir vøllin.


Byrja í ár og liðugt í 2014

Símin Esmar Vágsá upplýsir, at ætlanin er at verða liðugur við fyrireikingarnar innan nakrar vikur, og tá ið kommunan hevur viðgjørt og góðkent ætlanina, verður sjálvt projekterings-, lendis- og byggiarbeiðið sett í gongd.

– Tað er altíð ringt at siga fyri vist, hvussu skjótt eitt slíkt projekt kann fremjast, men vit ætla at verða lidnir við allar fyrireikingar nú í vár, soleiðis at sjálv byggingin kann byrja í seinnu helvt av hesum árinum.

– Málið er, at skýlið sunnan fyri vøllin skal standa liðugt til kappingarbyrjanina næsta ár, tvs. í 2014, men sjálvandi skulu nøkur ting fáast upp á pláss frá nú av og til tá.

– Tí vóni eg, at fyritøkur og kommunur vilja stuðla hesum projektinum, sigur Símin Esmar Vágsá.