Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Avgreiðslur hjá TAKS lata aftur

Taks

Tann 1. mars 2013 lata avgreiðslurnar hjá TAKS aftur í Saltangará, Klaksvík og á Tvøroyri. Hóast dyrnar lata aftur í avgreiðslunum, fara starvsfólk og virksemi hjá TAKS í Saltangará, Klaksvík og á Tvøroyri at halda fram. Seinni í ár letur avgreiðslan hjá Tollbúðini á Eystaru Bryggju í Havn eisini aftur, tá ið hon verður løgd saman og gerst partur av Kundatænastuni á Hálsi í Havn.

Tann 1. mars 2013 lata avgreiðslurnar hjá TAKSaftur í Saltangará, Klaksvík og á Tvøroyri. Hóast dyrnar lata aftur íavgreiðslunum,  fara starvsfólk ogvirksemi  hjá TAKS í Saltangará, Klaksvíkog á Tvøroyri at halda fram.  Seinni í árletur avgreiðslan hjá Tollbúðini á Eystaru Bryggju í Havn eisini  aftur, tá ið hon verður løgd saman og gerstpartur av Kundatænastuni á Hálsi í Havn.

         Tað er neyðugt at dagføra bygnaðinhjá TAKS. Hagtøl vísa, at færri og færri viðskiftafólk vitja deildirnar hjáTAKS kring landið, og hetta hevur við sær, at vit raðfesta okkara arbeiði øðrvísi.  Aðaltátturin í bygnaðarbroytingunum er, atvit sum stovnur skulu hava eitt andlit úteftir. Øll avgreiðsla verður tísavnað á einum stað – hjá Kundatænastuni á Hálsi í Havn, sigur Eyðun Mørkøre,stjóri á TAKS.

Hóast avgreiðslurnar í Saltangará, Klaksvík ogá Tvøroyri eftir 1. mars ikki longur hava upp- ogafturlatingartíð, verður møguligt hjá okkara viðskiftafólki at bíleggja einatíð, tá ið talan er um fyrispurningar, sum krevja eina gjøllari viðgerð. Lættarifyrispurningar verða avgreiddir á Kundatænastuni í Havn umvegis telefon ellateldupost.

         Vit síggja í okkara dagligaarbeiði, at fleiri og fleiri viðskiftafólk avgreiða síni viðurskifti við TAKS ánetinum. Vit hava seinnu árini gjørt umfatandi íløgur í KT, tí tað at avgreiðasíni viðurskifti á netinum er framtíðin. Samstundis minkar tørvurin at komapersónliga á gátt hjá okkum. Tað vísir seg bæði at vera skjótari og lættari at avgreiða síni viðurskiftiá netinum, og tí royna vit at eggja okkara viðskiftafólki at brúka netið, vísir Eyðun Mørkøre á