Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kommunulæknavaktin til eftirmeting

John William Joensen

Í dag er fundur í Heilusmálaráðnum har Kommunulæknavaktin fyri fyrstu ferð verður eftirmett. Tøl sum Norðlýsið hevur fingið innlit í vísa at næstan 50% av viðskiftafólkunum hjá Læknavaktini eru úr Tórshavnar Kommunu meðan einans 6 % eru úr Klaksvíkar Kommunu.

Í dag er fundur í Heilusmálaráðnum har Kommunulæknavaktin fyri fyrstu ferð verður eftirmett. Tøl sum Norðlýsið hevur fingið innlit í vísa at næstan 50% av viðskiftafólkunum hjá Læknavaktini eru úr Tórshavnar Kommunu meðan einans 6 % eru úr Klaksvíkar Kommunu.

Tá komunulæknaskipanin varð sentralisera á Landsjúkrahúsinum og kommunulæknarnir kring landið hildu uppat at svara telefonini í vikuskiftinum og eftir kl. 16 yrkadagar vóru nógvar røddir frammi sum hildu at nýggja skipanin var eitt afturstig fyri Norðoyggjar. Tó fyri kommunulæknarnir gjørdist arbeiðsumstøðurnar betri og nú skipanin hevur virka í nøkur ár eru flestu samd um at tað er sera gott at fólk altíð kunnu fáa fatur á einum kommunulækna á tlf. 1870. Men tá tað er sagt er tað sjón fyri søgn at fólk eru sera misnøgd við at tað nú er sera trupult at fáa vitjan av kommunulækna og at fólk sjálvi í stóran mun mugu útvega sær flutning fyri at koma undir læknahond. 

Um jóltíðir var nógv skriving um hetta í sosialu miðlunum og teir spurningar sum her vóru reistir hava elvt til at embætisverkið, fyri fyrstu ferð síðani Kommunlæknavaktin varð sett í verk, hevur sett øllum pørtum stevnu í ráðnum til ein eftirmetingarfund.


Norðoyingar velja heldur Klaksvíkar Sjúkrahús?

Sambært tølum frá Heilsumálaráðnum sum Norðlýsið hevur fingið innlit í avgreiddi Læknavaktin 23.110 viðtalur í 2012 úr øllum landinum.

Av hesum vóru 11.090 viðtalur við borgarar ur Tórshavnar Kommunu og einans 1.545 viðtalur við borgarar úr Klaksvíkar Kommunu. Vit hava ikki tosað við Klaksvíkar Sjúkrahús, men tølini kundu givið ábending um at norðoyingar velja heldur at brúka Klaksvíkar Sjúkrahús.


Tørvur á betringum

Sambært tølunum frá Heilsumálaráðnum velja nærum helvtin av teimum sum ringja til læknavaktina at koyra til Landssjúkrahúsið í samráð við Læknavaktina (11.301).

Um jólini var nógv at gera hjá læknavaktini tí hervilig krímsjúka herjaði kring um í landinum. Í hesum sambandi vóru tað mong sum gjørdu vart við sína misnøgd í sosialu miðlunum og serliga vóru fólk misnøgd við langa bíðitíð og at tey á náttartíð vóru noydd at koyra allan vegin til Havnar fyri at verða kannaði av lækna. Ein stórur trupuleiki tikist at verða at ein vitjan hjá læknavaktini í summum føri tekur drúgva tíð og fleiri fólk skrivaðu á Facebook um full bíðirúm og drúgvar avgreiðslutíðir. Tað tekur tíð at koyra til Havnar og tá tað eisini tekur drúgva tíð at fáa avgreitt ørindini er øll náttin farin áðrenn komið er til húsa aftur og hetta kostar arbeiðstíð, var m.a. ført fram í skriving í sosialu miðlunum.


Ósemja og misnøgd við koyrivakt

Umframt kommunulæknan sum svarar telefonini á Landssjúkrahúsinum eru fýra aðrir kommunulæknar á vakt kring um í landinum. Hettar er sokallaða koyrivaktin sum fær boð frá læknavaktini um at koyra út til fólk um mett verður at hetta er átrokandi neyðugt.

Ein lækni hevur koyrivakt í Suðuroynni og ein á Sandoynni. Síðani hava tveir læknar kvøld-vakt( frá kl 16-24) á meginøkinum ( Vágoy, Streymoy, Eysturoy og Norðoyggjar) og um náttina (frá kl. 24-08) hevur ein komunnulækni koyrivakt í øllum meginøkinum.

Norðlýsið hevur áður skrivað um at stórur partur av misnøgdini sum er við skipanina er at koyrivaktin verður lítið og einki brúkt. Fleiri fólk hava greitt frá at tey í telefonini hava gjørt vart við sína misnøgd at einasta tilboð er at koyra til Havnar og tí hava eitt nú fólk í Norðoyggjum í fleiri førum valt at koyra beinleiðis á Klaksvíkar Sjúkrahús.

Tá Norðlýsið tosaði við Heilsumálaráðið um spurningin var sagt at koyrivaktin átti at verði ein aktivur partur av Kommunulæknavaktarskipanini, men hesa uppfatan hava kommunulæknarnir ikki. Kommunulæknar sum Norðlýsið hevur tosað við siga at koyrivaktin skal bert brúkast í serligum førum. Tá vit spurdu í Heilsumálaráðnum um hetta var sagt at henda útsøgnin frá kommunulæknum gav onga meining tí sjúkrahúsini og sjúkrabilar taka sær av tí sum er brá neyðugt.

Sambært Heilsutrygd kostar koyrivaktin kr. 3,3 mió. í vaktarløn um árið – hetta er gjald til læknar fyri at hava eina vaktelefon liggjandi á náttborðinum. Verður koyrivaktin aktivera fær viðkomandi lækni harafturat vaktarlønini kr. 125,- um tíman (kvøldvakt) og kr. 307 (náttarvakt) + 18,75 pr. km í koyrt verður (NB: 10 teir fyrstu km eru ókeypis). Er neyðugt hjá koyrivaktini at viðgera sjúklingin so kemur eitt gjald afturat sum er avtala sambært sáttmála millum Heilustrygd og Kommunulæknafelagið.


Koyrivaktin serliga aktiv í Tórshavn

Sambært hagtølum frá Heilumálaráðnum er koyrivaktin ikki serliga aktiv hóast hon óivað kostar Heilsutrygd omanfyri fýra milliónir krónir um árið. Í 2010 var koyrivaktin umleið ein biltúr um samdøgrið (388), í 2011 397 og í 2012 hevði koyrivaktin 575 avgreiðslur. Av hesum kunnu vit nevna at kommunulækni koyrdi 193 ferðir út til fólk í Tórshavnar Kommunu og 40 ferðir til fólk búsitandi í Klaksvíkar Kommunu.