Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Áhugaverd skrá fyri Torravikuna

John William Joensen

Í dag var Norðlýsið borið í hvørt hús í Norðoyggjum og Eysturoy við áhugaverdari skrá fyri Torravikuna sum verður í Klaksvík í Komandi viku. Eisini ber til at lesa blaðið her sum pdf-fíla

Í dag var Norðlýsið borið í hvørt hús í Norðoyggjum og Eysturoy við áhugaverdari skrá fyri Torravikuna sum verður í Klaksvík í Komandi viku. 


SÍ SKRÁ HER (PDF)


Byrja Torra-Leygardatin rætt uppi hjá Jórun við einum góðum morgunmatarborði. Far síðani til eina annarleiðis Matiné í Christianskirkjuni við tónleiki, fyrilestri og lítlari listaframsýning. Stóra sjálvrøkuborðið hjá Jórun stendur borðreitt kl. 12 við øllum góðum til hin kræsna góman. Síðani ber til at velja at fara niðan á Klakk við Norðoya Gongufelag kl. 14 – Møtt verður við brunnarnar – ella at vera við til Heilsurenningina, sum byrjar kl. 14 niðanfyri Klaksvíkar Sjúkrahús. 

Kl. 14.30 verður Heilsukaféin sett á Klaksvíkar Sjúkrahúsi av landsstýrismanninum í heilsumálum. Har ber eisini til at fáa mált blóðtrýst ella at fáa góð ráð um heilsugóða lívsførslu. 

Kl. 15.30 Heldur Jóhanna Andreasen, sjúkrarøktarfrøðingur fyrilestur um: Lívsdygd hóast kroniska sjúku. Jóhanna Andreasen hevur esini serútbúgving innan kognitiva terapi og couching 

Eisini ber til at fara norður í Smæruna, sum heldur til í kjallaranum í Sambýlinum á Heygnum, har skipað verður fyri framsýning av gomlum útvarpstólum og eisini gomlum myndum úr Klaksvík. Framsýningin er opin frá kl 15 – 18. Dragin hevur opið skip kl 16 – 18, har borðreitt plagar at verða við “Stormsúpan”. Atlantis hevur fleiri filmar á skránni, m.a. ókeypis filmsýningia “Bygdin og Bjørgini” kl. 20, sum Zacharias Hammer hevur gjørt. Síðani ber til at taka samanum við einum Torrabúffi á Hereford ella á Fornagørðum ella eini Pizza hjá Pizza69 ella hjá Jórun. Jú, tað er nóg er at velja í!