Klaksvíkar Býráð hevur valt býráðslimirnar Kristian Eli Zachariasen, Jóhann Lútzen og Atla S. Justinussen í hýruvognsnevndina, galdandi fyri býráðsvalskeiðið 2013-2016.
Klaksvíkar Býráð hevur valt býráðslimirnar Kristian Eli Zachariasen, Jóhann Lútzen og Atla S. Justinussen í hýruvognsnevndina, galdandi fyri býráðsvalskeiðið 2013-2016.
Í Føroyum er tann skipan galdandi, at tað við lóg og tilhoyrandi kunngerð er ásett ein standard hýruvognsreglugerð, sum kommunurnar í Føroyum kunnu biðja um at fáa setta í gildi í teirra kommunu.
Hetta kann eitt kommunustýri gera við at samtykkja at heita á landsstýrismannin um at seta hesa í gildi, og síðan setur landsstýrismaðurin kunngerðina í gildi fyri viðkomandi kommunu við at lýsa tað sum kunngerð í Kunngerðarblaðnum.
Hýruvognsreglugerð í
Tórshavn og Klaksvík
Í 2010 samtykti Klaksvíkar Býráð – eftir umbøn frá vinnurekandi hýruvognsførarum í kommununi – at heita á Vinnumálaráðið um at seta í gildi hýruvognsreglugerð í Klaksvíkar Kommunu, og við kunngerð 28. desember 2010 setti landsstýrismaðurin í gildi standard hýruvognsreglugerðina í Klaksvíkar Kommunu.
Umframt Klaksvíkar Kommunu hevur eisini Tórshavnar Kommuna eina hýruvognsreglugerð galdandi fyri teirra kommunu.
Í øðrum kommunum, har eingin hýruvognsreglugerð er sett í gildi, hava hýruvognsførarar frítt at taka hýru á veg, bert teir hava ein góðkendan hýruvogn.
Hýruvognsnevndin
ábyrgd av skipanini
Hýruvognsnevndin, sum verður mannað við býráðslimum, hevur yvirskipaðu ábyrgdina av skipanini, og at hon verður yvirhildin, tvs. at bert hýruvognar, sum fáa loyvi frá nevndini, kunnu taka hýru á veg í Klaksvíkar Kommunu.
Hýruvognsreglugerðin heimilar eisini at áseta nærri treytir í loyvinum um nýtslu av hýruvogninum, limaskap í hýruvognsstøð, eins og tað kann áseta reglur fyri tílíkar støðir.
Eitt nú skal nevndin áseta eitt hóskandi tal av hýruvognsloyvum, so inntøkumøguleikarnir verða frægast møguligir, sum aftur ger hýruvognsførararnar sterkari til at veita eina góða tænastu.
Skipanin virkar soleiðis sum ein verja fyri teir hýruvognsførarar í kommununi, sum í tí dagliga royna at veita hýruvognstænastu og at liva av tí, at hesir eisini verða vardir, táið størri stevnur ella vitjanir eru, og kunnu fáa sín lut í teimum inntøkunum.
Skal betra
tænastuna
Yvirskipaða endamálið við hýruvognsreglugerðini er at geva teimum, sum veita hesa tænastu í kommununi, og sum royna at liva av hesi vinnu, greiðari og betri karmar um virksemið, soleiðis at tænastan til borgararnar verður betri, og at tey vinnurekandi fáa betri vinnumøguleikar.
Nú nýtt býráðsvalskeið er byrjað, hevur Klaksvíkar Býráð valt býráðslimirnar Kristian Eli Zachariasen, Jóhann Lútzen og Atla S. Justinussen í hýruvognsnevndina, galdandi fyri býráðsvalskeiðið 2013-2016.




