Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fuglafjarðar Kommuna gjørt avtalu við Norðoya Sparikassa

John William Joensen

Borgarstjórin í Fuglafjarðar Kommunu, Sonni á Horni, fegnast stórliga um at Norðoya Sparikassi mánadagin letur upp nýggja deild í Fuglafirði og borgarstjórin sigur at Kommunan hevur avgjørt at flyta sítt virksemið til Norðoya Sparikassa.

Borgarstjórin í Fuglafjarðar Kommunu , Sonni á Horni, fegnast stórliga um at Norðoya Sparikassi mánadagin letur upp nýggja deild í Fuglafirði og borgarstjórin sigur at Kommunan hevur avgjørt at flyta sítt virksemið til Norðoya Sparikassa.

Fyri løtu síðan kom tíðindaskriv frá Norðoya Sparikassa har elsti peningastovnur í landinum boðar fra at mánamorgunin 18. februar verður nýggj deild latin upp í Fuglafirði. Bjóða verður í hesum sambandi til almenna móttøku í nýggju deildini fríggjadagin 15. februar klokkan 15-17. Deildin hjá Norðoya Sparikassa í Fuglafirði verður í hølunum í Støð 7.

Borgarstjórin í Fuglafjarðar Kommunu, Sonni á Horni, sigur at kommunan setti seg í samband við Norðoya Sparikassa so skjótt sum boðini komu um at deildin hjá Eik fór at stongja.

Vit hava arbeitt við hesum í eina tíð og á fundi í fíggjarnevndini í gjár var semja um at kommunan flytur meginpartin av aktivitetunum hjá kommununi til Norðoya Sparikassa.

Vit ásanna at hóast banka-móttøkurnar ikki verða brúktar í sama mun sum áður so er hetta ein tænasta sum borgarar meta er neyðug. Tað eitt álvarsmál fyri kommununa at útlit vóru til at henda sjálvsøgda tænastan til borgararnar var tikin frá okkum. Sambært avtaluni sum Kommunan hevur gjørt við Norðoya Sparikassa flytur kommunan stóran part av fíggjarliga aktivitetinum til Norðoya Sparikassa og eg kann siga so mikið at avtalan er ikki verri enn tann sum vit hava havt frammanundan.