Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Býráðið ynskir Norðoya Sparikassa hjartaliga vælkomnum til Fuglafjarðar

Fuglafjarðar Kommuna

Í sambandi við at Norðoya sparikassi letur deild upp í Fuglafirði mánadagin 18. februar 2013, so skal hervið verða fráboðað, at býráðið á henda hátt ynskir sparikassanum hjartaliga vælkomnum til Fuglafjarðar.

Eftir at Eik banki hevði tikið avgerð um at lata deildina í Fuglafirði aftur við virknað frá hósdegnum 14. februar 2013 at rokna, so hevur býráðið havt samskifti við leiðsluna fyri Norðoya sparikassa um møguleikar fyri at lata upp deild í býnum.

Býráðið fegnast um, at komið er á mál, soleiðis at bankatænasta framvegis verður ein partur av virkseminum í býnum og eysturøkinum av Eysturoy sum heild.

Fuglafjarðar kommuna kemur framyvir at hava ein virknan lut í samskiftinum við Norðoya sparikassa sum fíggingarstovn, og vón býráðsins er, at borgarar, handils- og vinnulív taka væl ímóti nýggju deild sparikassans í Fuglafirði.

Fuglafjørður, tann 14. februar 2013

Fuglafjarðar býráð