Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mjølnir ger altíð eyka burturúr finaluni

Jákup Ósá

Eina Kalsø sigur, at Mjølnir kvinnurnar fyrireika seg væl til finaluna. Tær gera altíð nakað serligt burturúr finaluni og tað plagar at rigga væl, sigur hon.

Eina Kalsø sigur, at Mjølnir kvinnurnar fyrireika seg væl til finaluna. Tær gera altíð nakað serligt burturúr finaluni og tað plagar at rigga væl, sigur hon.

Mjølnir kvinnurnar spæla leygardagin steypafinalu móti SÍ. Hetta er 3. árið á rað, at hesi feløgini møtast í finaluni og Mjølnir hevur vunnið bæði í 2012 og 2011.


Gera eyka burturúr

Vanliga plaga finalu lið ikki at gera nakað óvanligt burturúr, tá talan er um finalur. Tí slíkt kann vera við til at gera leikararnar bangnar og nervøsar, verður ofta sagt. Men soleiðis er ikki hjá Mjølnir kvinnunum. Tær gera altíð nakað eyka burturúr finalunum og royndirnar hjá teimum siga, at tað riggar væl. Eina Kalsø er ein av leikarunum, ið hevur verið lykaleikari á liðinum seinnu árini.

– Vit fara altíð suður til Havnar tíðliga fríggjadag og eru so saman seinasta døgnið áðrenn dyst. Hetta vísir seg at rigga væl og vit hava tað stuttligt saman, samstundis sum vit fáa seinastu smálutirnar uppá pláss. Gjøgnum vikuna hava vit eisini hugt eftir okkara dystum móti SÍ bæði í ár og í finaluni í fjør. Hóast hetta ikki altíð kann orduliga brúkast, so hjálpir tað uppá at vísa, hvussu ein skal spæla móti mótstøðuliðinum, sigur Eina.


Væntar ein tættan dyst

Mjølnir kvinnurnar hava fult stigatal í landskappingini í ár. Men Eina vil ikki siga, at tær eru stórfavorittar.

– Hóast vit eru á odda og nokk mugu taka favoritt leiklutin á okkum, so vil eg siga, at talan er um opnan dyst, har alt kann henda. Okkara dystir móti SÍ hetta kappingarárið hava verið rættuliga javnir. Seinast vunnu vit 3-0, men tá var Karin Mikkelsen, ið er teirra størsti profilur, ikki við. Eina dystin vunnu vit 3-1, men tá vóru settini rættuliga jøvn og í Fleyr kappingini taptu vit móti SÍ. Nú hevur SÍ Karin við og eisini Annika á Stongum, ið er royndur hevari, verður við í hópinum. So eg vil siga, at alt kann hendan. Og hóast eg vóni at vit kunnu vinna uttan at tað skal gerast alt ov spennandi, so vænti eg ein tættan og spennandi dyst, sigur Eina Kalsø við Norðlýsið.

Hon sigur, at Mjølnir fær Urd Traðará heim til Føroyar til finaluna. Hon spældi við í fyrru hálvu, men er flutt til Danmarkar. Annars er Mjølnir hópurin tann sami og er fullmannaður.

Mjølnir skipar eisini fyri ókeypis busstúri til finaluna. Koyrt verður frá Badmintonhøllini kl. 11.30. Timelding á tlf. 228777.

Harleywoodpaint