Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fleiri sløg av burturkasti kunnu brennast

Hannefíða Joensen

Umhvørvisstovan hevur hin 4. februar 2013 góðkent ískoyti til umhvørvisgóðkenningina hjá Kommunalu Brennistøðini hjá Tórshavnar Kommunu, á Hjalla.

Umhvørvisstovan hevur hin 4. februar 2013 góðkent ískoyti til umhvørvisgóðkenningina hjá Kommunalu Brennistøðini hjá Tórshavnar Kommunu, á Hjalla.


Góðkenningin loyvir Kommunalu brennistøðini at brenna bildekk, trýstviðgjørt timbur, oljumáling og prentarapatrónir.Í góðkenningini er serligur dentur lagdur á, at víðkanin ikki økir um útlátið av dálkandi evnum til umhvørvið. Brennistøðin á Hjalla er í dag útgjørd við nýtímans roykreinsiskipan, sum tryggjar eina nøktandi reinsing.

Góðkenningin kann kærastTey, ið hava kærurætt, kunnu kæra góðkenningina til Innlendismálaráðið.

Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein týðandi persónligan týdning fyri. Les meira um at kæra her.

Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 160 Argir, í seinasta lagi fríggjadagin 15. mars 2013.