Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hans Andrias farin av kós

Jógvan við Keldu

Eitt er hvat sagt verður “um eitt kaffiborð”, annað er, hvat verður fest á blað og síðani tikið upp av søgufrøðingi, sum verður lisið næstu øldirnar

Jógvan við Keldu:

Eitt er hvat sagt verður “um eitt kaffiborð”, annað er, hvat verður fest á blað og síðani tikið upp av søgufrøðingi, sum verður lisið næstu øldirnar

Áðrenn eg í næstum fari at gera viðmerkingar til “hvør fekk arbeiði frá hvørjum”, hvussu til allar tíðir hevur verið arbeitt við “hvør kennir hvønn”, tað sum ídag verður kallað “netverk”, fari eg at spyrja Hans Andrias, hvar evnið, eg havi viðgjørt, fór í hansara skriving. Eg havi onki annað viðgjørt frá byrjan av uttan hetta eina brotið – eg endurtaki: ”…Det førte tit til, at mange også lod sig gendøbe, af økonomiske grunde..”. Hetta hevur hann útilokað í seinastu svarskrivunum.

Hann hevur bara tikið við og skrivað, at: “… Kjølbro fyritøkan hevði stóra ávirkan á lívið í Klaksvík. Her havi eg so hvørki sagt nakað skeivt ella lagt meira í tekstin hjá Josiasi enn hann kann bera…”, heldur hann fyri. Her eri eg ikki ósamdur. Og síðani endurtekur hann, at eg “við illgitingum og ósakligum tilsipingum havi lagt eftir trúgvandi, mentaðum…..manni”.

Tað kundi væl hent, at vit báðir ikki eru so ósamdir hvat “netverkinum” viðvíkir, sum eg skal koma inn á í næstum, hóast honum eftir míni meting tørvar eina breidd, í tí hann viðger. Hetta er nevniliga ikki so einfalt, sum hann og Josias reka fram – søgufrøðingur ella leikmaður.

Tikið upp eftir eygnavitni

Tað er heilt hvør sítt, frá einum “netverks-sjónarmiði” til so at endurtaka úr tekstinum hjá Josiasi Matras, sum eg meti vera fullkomiliga próvleyst, og tí ein søgureingjan, til annað dyggiliga er prógvað, at samkoman lutvíst ella í størri mun er stovnsett við, at “mongd av fólki ofta lótu seg doypa, eisini av fíggjarligum orsøkum”.

Fyri 50 árum síðani, vakti hendan skriving nógvan ans, tó ov lítið mótmæld. Hugsið tykkum, nú søgufrøðingurin hevur kent trongd aftur at vekja hetta uppáhald skrivliga til lívs, hetta sum fer at verða lisið komandi 50 árini og inn í komandi øldir.

Dyggiligt prógv krevst

Kundi eisini hugsa mær seinni at komið inn á áhugaverdu samrøðuna Uni Holm Johannesen, blaðmaður, hevði við Hans Andrias Sølvará í Sosialinum 14. desember í fjør, har hann m.a. sigur at,”Kjak og ósemjur er tað, sum menna og hvessa sjónaringin. Tøgnin fjalir trupulleikarnar”, har hann heldur, at “føroyska kjakmentanin er í kreppu og í so persónlig”. Lat meg her skoyta uppí, at eg bara havi hildið meg til skrivaða orðið og gjørt mínar metingar út frá tí.

Seinastu svarini hjá Hans Andriasi Sølvará vísa, at hann er “farin av kós” viðvíkjandi einasta evninum, eg havi viðgjørt: “..Det førte tit til, at mange, også af økonomiske grunde, lod sig gendøbe”, sum eg meti vera søgureingjan, fyrenn annað er dyggiliga prógvað. Tí eitt er, hvat sagt verður “um kaffiborðið”, annað er hvat verður søguliga fest á blað og einsíðugt síðani tikið upp av søgufrøðingi, sum verður lisið inn í næstu øldirnar.