Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Liðskiparin: Kennist eyka gott

Jákup Ósá

Mjølnir liðskiparin Eina Kalsø var fegin eftir dystin.

Mjølnir liðskiparin Eina Kalsø var fegin eftir dystin.

Tað var ein ógvuliga fegin Mjølnir liðskipari, ið úttalaði seg eftir dystin.

– Hetta var sera gott, at fáa sigurin í hús. Tí tað var ein strævin dystur og tí kendist tað eyka gott. Vit vóru klárar og vistu, at SÍ kundi geva mótstøðu. Men vit gjørdu ov nógvar feilir fyrsta settið. Í einari finalu kann alt henda og eg helt, at SÍ vóru góðar, har Annika á Stongum og Eyð Magnussen komu væl frá dystinum, segði Eina Kalsø við Kringvarpið eftir dystin.