Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sofía sló seinasta bóltin og Tóri reyk upp í loft

Oliver Joensen

Stemningurin var ótrúligur í høllini á Hálsi í gjár. Mjølnir kvinnurnar vóru í hoppla, og tað fekk SÍ at kenna so dyggiliga, men eisini Tóri Mikkelsen frá Kringvarpinum.

 Kvinnuliðið hjá Mjølni spældi sannførandi í gjár, og ein av stóru profilunum á liðnum, har eru fleiri, er Sofía Purkhús. Tað var eisini hon sum sló seinasta bóltin í gólvi SÍmegin netið og settið Suffía harvið punktum fyri finaluna.

Í ovfarakæti kundu glaðu Mjølnirkvinnurnar ikki lata vera, tá Tóri Mikkelsen frá Kringvarpinum trokaði sær veg fram at teimum at fáa eina viðmerking. Mjølnirkvinnurnar tóku simpulthen Tóra og tveittu hann sum ein vøtt upp í luftina, til fragd fyri áskoðararnar í Høllini á Nabb. 

Harleyfacadeacryl