Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gleðisrómurin í skiftirúminum hjá Mjølnirkvinnunum

Oliver Joensen

Aftaná nervarnar, konsentratiónina og spenningin í dystinum og almennu upptraðkanina við steypahandanini, fekk gleðin frítt spæl í skiftirúminum, tá liðið var í einingi.

Og tað bleiv tvætlað og skemtað so tað stóð eftir. Sjampagnupropparnir fuku um oyruni, og samstundis sum sjampagnan sproytaði um alt rúmið, so hevð onkur koyrt eina brúsu frá, so har var bæði gaman og beistagerðir hvørt um anna, rætt sum tað sømir seg eftir at hava verið undir trýsti likamliga og sálarliga og til seinast at hava sigra á øllum.

Hjartaliga tillukku frá okkum á Norðlýsinum!!!