Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Borgarstjórin heiðrar Mjølnir

Dávur Winther

Mjølnir vunnu sannførandi 3-1 sigur. Hetta er sættu ferð at Mjølnir vinnur steypakappingina og triðju ferð á rað. Sostatt fekk Mjølnir ferðasteypið til ognar.

Mjølnir vunnu sannførandi 3-1 sigur. Hetta er sættu ferð at Mjølnir vinnur steypakappingina og triðju ferð á rað. Sostatt fekk Mjølnir ferðasteypið til ognar.

Sofía Purkhús, hin so væl leikandi álopsspælarin, beyð heim til kassameistaran í Mjølni eftir finaluna, Tinu Purkhús, har tær fingu ein góðan bita. Eisini fingu tær eina sera flotta Mjølnir-køku, sum varð gjørd til høvið.

Borgarstjórin, Jógvan Skorheim bankaði eisini uppá fyri at gleðast saman við steypavinnarunum. Undir arminum hevði hann ein kekk og eina lítla eggjandi røðu, har hann takkaði fyri frálíkt spæl og siðursvanda sigurin.

Hann ynskti steypavinnarunum til lukku og heitt á røsku og væl spælandi kvinnurnar, um at halda fram í sama anda – við ynski um góða eydnu.

Harleyfacadeacryl