Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkingur gjørdi bart í heimsmeistarakapping

Ítróttur

Jógvan Sofus Vilhelmsen bleiv nummar 4 í heimsmeistara-kapping í inniróðri.

Jógvan Sofus Vilhelmsen bleiv nummar 4 í heimsmeistarakapping í inniróðri.

Heimsmeistarakapping í inniróðri hevur verið í Boston seinastu dagarnar. Fýra føroyingar vóru við í kappingini. Sum skilst vóru Øssur Hansen (nr. 7), Hallur Nattestad (nr. 10) og Rannvá Lava Olsen(nr. 8) øll vøl nøgd við síni úrslit í sínum bólkum.

Men serliga skaraði klaksvíkingurin Jógvan Sofus Vilhelmsen, úr Klaksvíkar Róðrarfelag, burturúr. Hann luttók í bólkinum menn 30-39 ár lættvekt. Hann endaði á einum flottum 4. plássi við tíðini 6.13.8. Eitt sera flott úrslit.