Vit skulu hervið boða frá, at 27. februar 2013 steðga vit virksemi okkara á Vága Fysioterapi.
Vit skulu hervið boða frá, at 27. februar 2013 steðga vit virksemi okkara á Vága Fysioterapi.
Eftir nógv ára virksemi á Vága Fysioterapi, eru fortreytirnar broyttar seinastu árini, samstundis sum virksemi á Havnar Fysioterapi er vaksandi. Tí hava vit valt at miðsavna okkara virksemi á Havnar Fysioterapi, og fara sostatt ikki at bjóða viðgerð á Vága Fysioterapi aftaná 27. februar 2013.
Fólk í Vágunum, sum hava tørv á fysioterapi, eru framvegis vælkomin at fáa viðgerð hjá okkum á Havnar Fysioterapi tlf. 312131.
Blíðar heilsanir
Hjørleif Niclasen, MFT, Cert. MDT og Klæmint Isaksen, Dip. MDT




