Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Andrea Heindriksdóttir forkvinna í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag

John William Joensen

Á fjølmentum aðalfundi hjá Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag var nýggj nevnd er vald.

Á fjølmentum aðalfundi hjá Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag var nýggj nevnd er vald.

Í henni sita:

Andrea Heindriksdóttir, forkvinna, Gunvør Balle, næstforkvinna, Petur í Gong, skrivari, Brian Sjúrðason, kassameistari og Hallbjørg Lamhauge, nevndarlimur.

Nýggja nevndin fer til verka beinanvegin og fyrsta átakið verður at skipa fyri árliga flokstinginum sum í ár verður hildið í Sjónleikarhúsinum 5. og 6. apríl.

Aðalfundurin í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag viðgjørdi eisini politisku støðuna. Høgni Hoydal floksformaður kunnaði um virksemi í í tingbólkinum, umframt ymsu ætlanirnar sum aðalstjórnin arbeiðir við.