Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Torravikan: Kendur havnamaður hevur fyrilestur um undirsjóvar Føroyar kl: 20

John William Joensen

Fyrilestur við fotomyndum um lívið í sjónum. Frítíðar- og vinnukavarin Ingi Sørensen greiðir frá djóra- og plantulívi, skipsvrakum og øðrum spennandi niðri við havsins botn. Havbotnurin, taraskógurin og lívið í sjónum.

 Fyrilesturin verður í Skúlanum við Ósánna hóskvøldið kl. 20.00

Spennandi fyrilestur um undirsjóvarføroyar

Fyrilestur við fotomyndum um lívið í sjónum. Frítíðar- og vinnukavarin Ingi Sørensen greiðir frá djóra- og plantulívi, skipsvrakum og øðrum spennandi niðri við havsins botn. Havbotnurin, taraskógurin og lívið í sjónum. Gjøgnum fleiri ár hevur Ingi Sørensen avmyndað Føroyar undir vatnskorpuni og við hesum hann bjóða fram ein livandi fyrilestur, har tað í myndum og orðum verður greitt frá mongu spennandi upplivingum úr okkara undirvatnsheimi.   Myndir av alskyns fiskasløgum, verum, gróðri og litføgrum taraskógi. Eisini eru eru myndir av skipsvrakum. Søgur, sum ongantíð rættuliga eru sagdar, men sum nú koma undan kavi. Myndir av víkum, firðum og sundum  – Stutt sagt, myndir frá einum spennandi, nýggjum, duldarfullum og ókendum ævintýrheimi.