Fríggjadagin 22/02-2013 kl. 15-16 verður móttøka í hølunum hjá íðka, har nýggja búmerkið verður avdúkað.
Fríggjadagin 22/02-2013 kl. 15-16 verður móttøka í hølunum hjá íðka, har nýggja búmerkið verður avdúkað.
Yndi Fitness fekk í januar nýggjar eigarar, og nú nýtt navn og búmerki er komið uppá pláss, ynskja vit at bjóða øllum til móttøku í hølum okkara í KÍ høllini.
Móttøkan er frá kl. 15 – 16, har eitt lætt ábit verður at fáa. Eisini fer væl umtøkta tónaskaldið Hans Andrias Jacobsen at syngja nakrar sangir.
Hendan dagin bjóða vit ein mánaðar hald, fyri einans 199 kr.
Eisini bjóða vit teimum vitjandi eina ókeypis heilsukanning, har vit máta hædd, vekt og feittprosent.
Verið vælkomin til móttøku fríggjadagin frá kl. 15 – 16




