Tað er eingin ivi um, at HB er favorittur til at vinna ársins Klaksvíkskapping. Á pappírinum fer finalan at vera millum HB og KÍ.
Tað er eingin ivi um, at HB er favorittur til at vinna ársins Klaksvíkskapping. Á pappírinum fer finalan at vera millum HB og KÍ.
Ársins Klaksvíkskapping stendur fyri framman. Kappingin verður ofta brúkt sum eitt seinasta barometur til at meta um liðini í Effodeildini áðrenn fyrstu dystirnir av týdningi byrja. Fyri fyrstu ferð í fleiri ár er talan hesaferð um fýra tey bestu liðini frá undanfarin árum, nú KÍ sjálvt endaði nummar fýra. Hini liðini eru EB/Streymur, ÍF og HB. Í ár liggur kappingin samstundis sum A-landsliðið er á venjingarlegu í Thailandi. Landsliðið kemur aftur leygardagin, so ivasamt er, um nakar av teimum leikarunum verður við sunnudagin heldur. Men hetta skuldi rakt liðini næstan eins, tó at EB/Streymur kanska er meinast rakt. Hans Jørgensen, Símun Samuelsen, Høgni Madsen, Pætur Dam Jacobsen, Arnbjørn Hansen og Páll A. Klettskarð eru leikararnir, ið eru partur av A-landsliðinum….
LES MEIRA Í BLAÐNUM Í DAG




