Nú styttist av álvara til Livar Nysted kann seta enn eitt stórt bragd á sítt CV.
Avalon hevði kl. 9 í morgun einans 120 km eftir á mál, skrivar heimasíðan trip.fo. Seinastu dagarnar hava teir fleiri ferðir klára at róð yvir 140 km um døgnið, so Avalon væntast at koma á mál í Barbados einaferð í nátt. Sambært Kringvarpinum væntast Avalon á málinum kl. 6-7 tíðliga í morgin. Avalon megnaði ikki at sláa heimsmetið, men í løtuni er málið at klára Titan, ið hevur róð um somu tíð, men teir fóru tveir dagar áðrenn.
Niðanfyri síggja vit móttøkuna í Hvannasundi fyri Livari i 2010, tá hann saman við øðrum setti heimsmet í at rógva um Atlantshavið. Klippið er frá raclip.




