Í býráðshøllini var móttøka fyri nýggja býráðnum ídag. Við tí hevur býráðið nú bara arbeiðisdagar at hugsa um. Fitt av fólki vóru møtt til móttøkuna.
Hetta er fyrstu ferð at vit hava verið við til eina slíka almenna móttøku hjá einum nýggjum býráð. Sigast kann, at hetta var ein hugnalig løta, har borgarstjórin og formenninir í teim ymsu nevndunum høvdu orðið og stungu út í kortið ymiskar ætlanir sum býráðið ætlar at arbeiða við í hesum valskeiðinum.
Hvussu leikur fer, ja, tað kunnu vit helst døma um seinni, tá býráðið hevur fingið loyvi at virka í eina tíð. Men tað skein tíðuliga ígjøgnum ídag, at nýggja býráðið ætlar betur gjøgnumskygni og tættari samstarv við borgaran.
Nevndarformenninir undirstrikaðu nevniliga, at borgarar vóru vælkomnir at seta seg í samband við teir við telduposti ella á annan hátt, bæði til rís og rós. Neyvt samband við vinnuna var eisini nevnt, serliga frá havnanevndarformanninum, ið er Óluva Klettskarð. Hetta er nevniliga fyrstu ferð at ein kvinnan situr í formansstólinum í Klaksvíkar Havn.
Hanus G. Johansen sang nakrar vísur og Henning Bøgesvang segði nøkur orð við móttøkuna.
Vit fara at hoyra nærri frá nevndarformonnunum seinni.




