Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Livar og hinir komnir á mál

Danial Viðoy

Manningin á Alvalon hevur endiliga fingið fast undir fótum eftir meira enn 35 dagar um Atlantarhavið. Ein tíma og níggju minuttir skjótari enn Titan.

Manningin á Alvalon hevur endiliga fingið fast undir fótum eftir meira enn 35 dagar um Atlantarhavið. Ein tíma og níggju minuttir skjótari enn Titan.

Í morgun klokkan 07:55 komu Livar og teir á mál á Barbados. Túrurin er skrásettur av hava tikið 35 dagar, 12 tímar og 41 minuttir. 1 tími og 9 minuttir skjótari enn Titan, ið fyri stuttum eisini hevur róð teinin.

Manningin um borð á Titan var eini ímillum fólkið, ið tók ímóti manningini umborð á Alvalon.

Familja og vinir vóru sum vera mann á staðnum, tá ið Alvalon legði at. – Eitt framúr bragd, má sigast.

Norðlýsið ynskir Livari Nysted tillukku við bragdinum.