Á býráðsfundinum hóskvøldið 21. februar 2013 samtykti Klaksvíkar Býráð at játta kr. 650.000,- til byggibúning av bústøðunum til menningartarnað við Mylnutún.
Á býráðsfundinum hóskvøldið 21. februar 2013 samtykti Klaksvíkar Býráð at játta kr. 650.000,- til byggibúning av bústøðunum til menningartarnað við Mylnutún.
– Við hesari samtykt hevur býráðið gjørt sín part av hesari áhugaverdu bygging av bústøðum til fólk við menningartarni, sum Landsverk nú fer at byggja fyri Almannamálaráðið, upplýsir Jóhann Lützen, formaður í Sosialu Nevnd býráðsins.
– Serliga hugaligt er at arbeiða við slíkum málum, tá ið alt býráðið tekur undir við teimum, og tí eri eg sera fegin um, at tað var eitt einmælt býráð, ið samtykti at játta hesar kr. 650.000,- til byggibúningina.
Væntandi verður projekteringin, sum Landsverk stendur fyri, liðug nú í februar mánað, og tá verður hildið fram við verkætlanini, sum altso fyri kommununnar part snýr seg um rindan av niðurtøku av teimum bygningum, ið stóðu har áðrenn – hetta arbeiðið er gjørt – og nú snýr tað seg so um byggibúningina, tvs. grevstur, planering, møguliga spreinging og kloakkarbeiði.
Lidnar á vári 2014
– Sum eg áður havi ført fram, er hetta eitt dømi um, at vit røkka bestu úrslitunum við góðum samstarvi millum land, kommunu og avvarðandi partar, og tað fara vit at leggja okkum eftir, sigur Jóhann Lützen, formaður í Sosialu Nevnd.
Talan er um smærri sjálvstøðugar íbúðareindir í einum vardum umhvørvi. Hvør íbúðareindin hevur dur, vesi við baði, køk/stovu, sovikamar, við atgongd til felagshølir.
Vardu íbúðirnar við Mylnutún verða eftir ætlan lidnar á vári 2014.




