Ein kvinna og ein maður verða kosin Ársins leiðarar 1. mars 2013, hvørji tey eru verður avdúka 1. mars á Ársins leiðaradegi á Hotel Føroyum.
Ein kvinna og ein maður verða kosin Ársins leiðarar 1. mars 2013, hvørji tey eru verður avdúka 1. mars á Ársins leiðaradegi á Hotel Føroyum.
6 sterkir topp kandidatar til Ársins leiðarar 2013 eru funnir. 3 innan privata vinnulívi og 3 innan tað almenna. Tó vita vit longu nú, at innan tað almenna verður ein kvinna Ársins leiðari og innan tað privata verður ein maður Ársins leiðari.
Støðan er nevniliga tann, at innan tað almenna eru øll á topp 3 listanum kvinnur og innan tað privata eru øll á topp 3 listanum menn.
Eingin kvinna er enn kosin Ársins leiðari, hóast hetta er 9’unda árið á rað Ársins leiðari verður kosin. Fleiri kvinnur hava verið á topp 3 listanum bæði hjá tí almenna og privata gjøgnum árini, men ongantíð er ein kvinna strokin avstað við heiðurinum, men tað verður so í ár.
Í 2012 gjørdist Søren L. Bruhn, stjóri Suðuroyar Sparikassi Ársins privati leiðari, og Hanus Joensen, stjóri Tórshavnar Kommunuskúli Ársins almenni leiðari.
Almenningurin hevur havt møguleika at senda inn tilnevningar, og hevur áhugin verið sera stórur. Dómsnevndin, sum tekur endaliga avgerð um, hvør verður Ársins leiðari 2013, hevur funnið fram til 3 sterkir topp-kandidatar innan bæði tað privata og tað almenna. Í dómsnevndini sita Magnus Tausen, stjóri í NÁM, Annika Waag, virkis- og góðskuleiðari Føroya Bjór og Andras Róin, stjóri Bústaðir.
Fríggjadagin 1. mars verða Ársins leiðarar avdúkaðir á Hotel Føroyum.
Topp 3 kandidatar innan tað almenna – í tilvildarligari raðfylgju:
Annika Sølvará, stjóri, Granskingarráðið
Halldis Joensen, leiðari, Heimið við Vallalíð
Salua Manai, leiðari, Margarinfabrikkin
Top 3 kandidatar innan tað privata – í tilvildarligari raðfylgju:
Ólavur Asafson, stjóri, KJ Hydraulik
Jens Meinhard Rasmussen, stjóri, Skansi Offshore
Kristian Martin Rasmussen, stjóri, Christian í Grótinum
Enn ber til at tekna seg til Ársins leiðaradag, sum fer av bakkastokki 1. mars uppi á Hotel Føroyum, har kend fólk sum Jacob Haugaard, Lars Kolind, Torben Wiese o.o. fara at hava upplegg.
Tekna teg og les alt um dagin á www.synergi.fo ella ring 322355.




