Jón Rasmussen sigur, at Christian í Grótinum hevur landað umleið 2000 tons av loðnu á Eskifjørði til ídnað í síðstu viku og fyrradagin landaði hann 1000 tons á Faskrúðsfirði, partvíst fryst og til ídnað.
Jón Rasmussensigur, at Christian í Grótinum hevur landað umleið 2000 tons av loðnu á Eskifjørðitil ídnað í síðstu viku og fyrradagin landaði hann 1000 tons á Faskrúðsfirði,partvíst fryst og til ídnað. Virkið uppi á landi sorterar honirnar frá, sumverða seldar til Japan, ímeðan kallkynini vera malin til mjøl.
Kvotan hjáChristian í Grótinum er uppi har, so hann liggur nú á Klaksvík.
Norðbert landaðií Vestmannaoyggjunum, teir høvdu fulla last 1350 tons. Mjølið løgdu teir upphar áðrenn teir fóru útaftur. Teir vóru inni áftur í gjár, aftur við fullarilast 1350 tons av frystum og 300 tonsum av mjøli. Norðborg tekur mjølið umborðog síðani koma teir til Føroya. Norðborg verður væntandi á Klaksvík fyrrapartinímorgin.
Christian íGrótinum kemur helst at liggja eina tíð, í hvussu er til vit yvirtaka Hvannøy,ímeðan Norðborg Helst fer at bíða til svartkjafturin kemur í føroyskan sjógvseinast í mars ella fyrst í apríl. Norðborg kundi fari fyrr til fiskiskap suðurvestur úr Írlandi, men tað er langt at sigla, og vit hava ikki so stóra kvotu,so vit rokna við at kunna fiska kvotuna tá svartkjafturin er komin í føroyskansjógv, sigur Jón Rasmussen, skipari at enda.




