Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Familjumorgun í Siloa

John William Joensen

Sunnumorgunin 3. mars verður ein eitt sindur øðrvísi løta í Siloa í Fuglafirði.

Sunnumorgunin 3. mars verður ein eitt sindur øðrvísi løta í Siloa í Fuglafirði.

Kl. 11.00 verður breyðbróting í tí ovara salinum. Samstundis verður “barna- kjallari”. Tað vil siga, at børnini vera niðriundir, har nøkur vaksin taka sær av teimum og syngja og spæla við teimum.

Kl. 11.45 verður ein stuttur kaffisteðgur.

Kl. 12.00 verður síðani ein familjuløta í tí ovara salinum, har øll vera saman. Har verður nógvur sangur, barnakór, søga, drama og eitt lívgandi orð.

Kl. 13.00 verða øll boðin til eina máltíð við suppu og onkrum góðum omaná.

ØLL ERU HJARTALIGA VÆLKOMIN TIL HESA LØTU. Bjóðið øðrum við!