Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fleiri vænta nógv av Víkingi

Jákup Ósá

(Greining av hópinum hjá Víkingi) Víkingur tykist vera størsti ella næst størsti FM favoritturin í ár hjá teimum flestu. Víkingur hevur mist styrkiá miðvøllinum í mun til í fjør, men hava har afturímóti fingið álopsleikaran,ið teir saknaðu í fjør.

 

Víkingur er kanska tað liðið, ið oftast er nevnt sum størstiavbjóðari til HB í stríðnum um FM heitið í ár. Fleiri – m.a. fleiri venjarar íFSF varpinum – hava enntá nevnt teir sum besta boðið uppá ein FM vinnara. Tíhava vit hugt uppá hópin.


Tilgongd: Finnur Justinussen, André Olsen og Jann Ingi Petersen.

Frágongd: Sølvi Vatnhamar, Evrard Blé, Fritleif í Lambanum og Joseph Bassene.

Væl samanspæld verja

Byrja vit við verjupartinum so sæst, at Víkingur nokk er taðliðið í Effodeildini við tí mest samanspældu verjuni. Geza Turi er framvegismálverji og á bakkunum vera Bárður Hansen og Hanus Jacobsen, meðan AtliGregersen og Erling Jacobsen manna miðverjuna. Hesi hava allir verið partur avliðinum í fleiri ár og hava nógvar dystir saman. Í fjør lat Víkingur 35 málinn, ið var nakað meira enn tær bestu verjurnar,  meðan teir í 2011 lótu 31 mál inn. Allir hesirleikararnir skulu verið í bestu árum, men verjan er sjálvandi tengd at, hvussumiðvøllurin og liðið annars virkar. Grundarlagið fyri einum sterkum verjupartiskuldi verið gott við fimm so væl saman spældum leikarum í aftastu ketuni.Eykaleikarar til verjuna er m.a. Hjartvard Hansen og Dánjal Pauli Lervig.

 

Ivamálið er miðvøllurin

Stóra ivamálið til, um Víkingur megnar at spæla við um FMheitið, verður – at síggja til – á miðvøllinum. Har er útskiftingin stór.Evrard Blé og Sølvi Vatnhamar hava verið lyklaleikarar seinastu tvey árini ogteir vera ikki við í ár. Fritleif í Lambanum, ið spældi flestar minuttir avøllum útispælarunum í 2012, er eisini farin úr felagnum. Sostatt er bara NiclasNiclasen eftir av teimum, ið mannaðu sentrala miðvøllin í fjør. Inn í hópin erutoftamenninir Jann Ingi Petersen og André Olsen komnir. Teir høvdu ikki eittgott kappingarár við B68 í fjør, men tað kann neyvan brúkast sum nakað gottbarometur, tá nærmast alt gekk ímóti hjá B68. Serliga Jann Ingi skuldi tó veriðein styrkur, um hann finnur aftur á støðið, ið hann hevði fyri 2-3 árum síðani.Til framrættaða miðvøllin koma vit helst at síggja Filip Djordjevic , Kaj Leo íBartalsstovu ella ein av áðurnevndu toftamonnunum. Aðrir leikarar til miðvøllineru Heðin Hansen, Ingi Sørensen og Martin Olsen.

 

Álopsparturin styrktur

Góðu vónirnar til Víking liggja nokk fyrst og fremst í, atfelagið aftur hevur fingið álopsleikaran Finnur Justinussen, ið hevur skoraðnógv mál fyri felagið áður. Stórar vónir eru settar til, at hann skal megna atgagnnýta fleiri av møguleikunum, sum Víkingur m.a. ikki dugdi nóg væl atgagnnýta í landskappingini í fjør. Víkingur skoraði í fjør 43 mál og tað varvæl minni enn liðini, ið lógu omanfyri. Hans Jørgen Djurhuus hevur verið nógvbrúktur sum høgri kantur seinastu árini og er gott boð til hetta plássið, meðanKaj Leo í Bartalsstovu helst røkir hin kantin. Filip Djordjevic verður uttaniva eisini í uppstillingini og spurningur er bara, um tað verður úti á vonginumella sentralt inni á miðvøllinum. Aðrir leikarar til álopspartin eru HjartvardHansen og Per Gregersen.

 

Samanumtøka

Í Jógvan Martin Olsen hevur Víkingur eisini ein royndan ogtaktiskt sterkan venjara. Tað sóu vit m.a., tá teir vunnu steypakappingina ífjør. Breiddin hjá Víkingi er ikki á hædd við eitt nú hóparnar hjá HB og KÍ,men felagið er eisini væl minni. Verjan er roynd og skuldi taltst millum tærsterkastu í landinum, meðan álopsparturin eigur at fara at kasta nógv mál avsær, um serliga Finnur Justinussen og Kaj Leo í Bartalsstovu fáa eitt av sínumgóðu kappingarárum. Einasta ivamálið til, um tað fer at røkka til eitt FM stríðer, um sentrali miðvøllurin er nóg sterkur.

Í næstu viku fer Norðlýsið at geva sítt boð uppástigatalvuna í Effodeildini 2013 eins og undanfarin árn og tá fæst at vita,hvar vit vænta at Víkingur endar.