Í vikuni var Ann Andreassen á vitjan hjá borgarstjóranum, Jógvan Skorheim, har hann takkaði henni fyri frálíka filmin INUK, sum hon er upprunin til.
Í vikuni var Ann Andreassen á vitjan hjá borgarstjóranum, Jógvan Skorheim, har hann takkaði henni fyri frálíka filmin INUK, sum hon er upprunin til.
Ann hevur arbeitt í Uummannaq, sum liggur í heimsins størstu kommunu Qaasuitsup kommunia, í skjótt 27 ár. Hon hevur í fleiri umførum gjørt seg kenda sum ein dugnaligur og annarleiðis leiðari á barnaheiminum har.
Barnaheimið og serliga stórsligna, men karga náttúran kring Uummannaq, eru karmar um søgugongdina í filminum – Um dreingin, Inuk, sum er um at fara til grundar í stórbýnum, men fótar sær við síni uppruna veiðumentan.
Filmurin hevur ein boðskap til øll upprunafólk, heldur kendur filmummælari, Heather Ruth Sansom.
Ann vitjaði borgarstjóran saman við trimum børnum frá heiminum, Ulla, Sara og Utuuniaq og einum av fronsku filmsfólkunum, Marc Buriot. Ann greiddi hugtakandi frá sínum gerandisdegi á heiminum og at hon tilvitað ferðaðist nógv við børnunum fyri at menna tey.
Filmurin, INUK hevur verið við til at geva teimum ein kærkomnan samleika, sum eisini hevði ført tey mangar ymiskar staðir úti í heimi – filmurin skal m.a. sýnast í New York í apríl.
Tá ið spurt varð, hvussu Inuk hevði tað, greiddi Ann frá, at hann sigldi við einum grønlendskum trolara, har ein føroyskur skipari er við.
Jógvan Skorheim, borgarstjóri takkaði Ann fyri, at hon var komin aftur á slóðina við hesum serstaka filmi, ið var partur av Torraskránni, og sum fekk heilar fimm eykasýningar.
Filmurin INUK verðru sýndur fyri seinastu ferð á hesum sinni í Atlantis Bio í dag kl 17.00




