Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Meira í landsskatti – minni í kommunuskatti

Tíðindaskriv

Landskassin hevur fyrstu tveir mánaðirnar í ár fingið slakar tríggjar milliónir krónur fleiri í skatti enn sama tíðarskeið í fjør. Tað vísur ein nýggj skattauppgerð hjá TAKS. Landskassin hevur samanlagt í januar og februar fingið yvir 198 milliónir krónur inn í landsskatti. Fyrstu tveir mánaðirnar í fjør fekk landsskattin 195 milliónir inn í skatti.

Uppgerðin hjá TAKS vísir eisini, at kommunurnar samanlagt hava fingið eitt vet minni inn í skatti fyrstu tveir mánaðirnar í ár sammett við í fjør. Føroysku kommunurnar hava samanlagt fingið slakar 100.000 krónur minni inn í skatti higartil í ár.

Fyrstu tveir mánaðir 2013 komu eisini 36 milliónir krónur inn í eftirlønarskatti og yvir 6 milliónir í kirkjuskatti. Bæði í eftirlønarskatti og kirkjuskatti er meira komið inn enn um sama tíðarskeið í fjør.

Yvirlit yvir kann fyribilsskattin kann síggjast: (Leinkja)
Yvirlit yvir kommunuskattin kann síggjast (Leinkja)