Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hallirnar fingið eitt lyft

Dávur Winther

Í dag var borgarstjórin, Jógvan Skorheim og vitjaði í hallunum saman við hallarvørðinum, Torkil Mørkøre.

Í dag var borgarstjórin, Jógvan Skorheim og vitjaði í hallunum saman við hallarvørðinum, Torkil Mørkøre.

Torkil hevur ruddað uppí fleiri bingjur, vaskað og fingið lampustøð at virka – brúsurnar eisini og skiftingarrúmini hava fingið ein umgang.

Ja, onkur at spælarunum var dottin, tí gólvið var væl vaskað so væl, at harpiksið tí var burtur og gólvið tí hálari. Tyggigummi og annað, sum var fast í gólvinum og millum beinkirnar, burtur.

Tað angaði væl av sápulúti – reint og ruddiligt inni og hitaanleggið virkar betri, tó at tað hevur sín aldur í aðrari høllini.

Jú, borgarstjórin var fegin um, at hallirnar høvdu fingið eitt lyft, sum var at fáa eyga á. Hetta sama gjørdu fleiri teirra, sum komu at spæla innandura fótbólt vart við og vóru takksamir fyri, tá ið Torkil, hallarvørðurin og borgarstjórin, Jógvan Skorheim vóru á veg út gjøgnum hurðina.