Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú skulu vegirnir á dagsskránna

Nordlýsið

Sum formaður í Teknisku Nevnd fegnist eg um, at hetta býráðið er sinnað at raðfesta tekniska økið í kommununi, tí tað er tiltrongt, sigur Steinbjørn O. Jacobsen..

Sum formaður í Teknisku Nevnd fegnist eg um, at hetta býráðið er sinnað at raðfesta tekniska økið í kommununi, tí tað er tiltrongt, sigur Steinbjørn O. Jacobsen..

Vit hava hitt Steinbjørn og biðið um nakrar viðmerkingar, nú hann aftur skal royna seg sum formaður í Teknisku Nevnd.

Eg kann gera mun sum TN-formaður

– Eg eri fegin um, at eg havi fingið álitið at vera formaður í Teknisku Nevnd, tí her bæði vóni og vænti eg, at eg kann gera mun, sigur Steinbjørn.

– Hetta málsøki hevur altíð havt mín áhuga, og eg vóni harumframt, at mínar royndir eisini kunnu verða ein hjálp til at náa fleiri málum hetta valskeiðið.

– Tað er so nógv, sum ein kommuna kann taka sær av, men so eru tað nøkur øki, har kommunan hevur eina grundleggjandi skyldu, ið hon skal halda. Millum hesar skyldur er tað tekniska málsøkið, sum fevnir um vegir, gongubreytir, vatnveiting, kloakkir, gøtuljós v.m.

Hevur haltað við

viðlíkahaldinum

Til seinasta býráðsval gjørdi Steinbjørn dúgliga vart við, at kommunan ta seinastu tíðina ikki hevur raðfest røktina av veganetinum og tekniska økinum nóg høgt, og hann hevur tí nakað at liva upp til, nú hann hevur fingið kjansin sum formaður í Teknisku Nevnd.

– Ikki allir politikarar halda tað vera líka spennandi at røkja vegir og gongubreytir, og tí er skjótt til, at hetta økið verður forsømt, sigur nýggi formaðurin í Teknisku Nevnd.

– Hetta síggja vit eisini skjótt, um vit hyggja kring um í kommununi, og tí fegnist eg um, at hetta býráðið er sinnað at játta pening til at bøta um hesi viðurskifti.

– Her er nógv um at fara, men tað ræður um at koma í gongd, og vit hava longu nátt at gjørt okkurt smávegis.

– Bert fyri at taka fram nøkur vegastrekki, sum nú verða raðfest, kann eg nevna Vágsheygavegin, Uppsalagøtu, Bakkavegin, Oman Reyðhús, Oyravegin, umframt gongubreytir – og tá havi eg bara nevnt nøkur fá, og tað er sjálvandi fleiri onnur.

Skulu ganga betur frá kloakkarbeiðunum

– Eitt av punktunum, sum eg havi lagt dent á nú í byrjanini, er at kommunan skal ganga betur frá teimum arbeiðunum, sum gjørd verða kring um í kommununi í sambandi við spillivatnsætlanina.

– Arbeiðið, sum verður gjørt við kloakkirnar, er sjálvandi neyðugt, og har verður eisini gjørt eitt gott arbeiði, men av tí at kloakkirnar eisini verða grivnar tvørtur um og eftir vegum og gongubreytum, er tað neyðugt at avsluttað hesi væl.

– Her havi eg sum formaður í Teknisku Nevnd lagt dent á yvir fyri teimum, ið standa fyri hesum arbeiðum, at vit skulu leggja okkum eftir at gera vegir og gongubreytir ordiliga aftur við at slætta og asfaltera væl, sigur Steinbjørn O. Jacobsen.

– Eisini er umráðandi, at allar leiðingar í sama øki verða gjørdar samstundis, so ein ikki noyðist at grava somu øki uppaftur, tí nú skal eitt annað leiðingsarbeiði gerast í sama stað.

Harleywoodpaint