Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skúm og bláur roykur?

Oliver Joensen

“Í morgin lata vit dyrnar upp fyri fyrstu ferð. Hetta er byrjanin til eitt opið orðaskiftið við borgaran í Klaksvíkar Kommunu. Vit gleða okkum at hitta teg, hjartaliga væl komin á gátt…”

“Í morgin lata vit dyrnar upp fyri fyrstu ferð. Hetta er byrjanin til eitt opið orðaskiftið við borgaran í Klaksvíkar Kommunu. Vit gleða okkum at hitta teg, hjartaliga væl komin á gátt…”

Soleiðis skrivar býráðslimurin Óluva Klettskarð á Facebookprofili sínum 20. Februar, í sambandi við at nýggja býráðið hevði opi hús dagin eftir.

Fór ikki sjálvur. Havi, av ringum royndum, ein ávísan skepsis fyri býráðum og teirra limum. Haldi at samsvarið millum tað tey siga og tað tey gera, er ikki altíð so nógv.

Men eg helt at eg skuldi taka hana uppá orðið. Ringdi til býráðsskrivtovuna um morgunin tann 25. Februar og bæð um at fáa eitt prát við borgarstjóran. Hann var upptikin søgdu tey, men tey skuldu leggja honum boð, so hann kundi ringja aftur. Dagin eftir, týsdag, ringdi eg at vita hvussu vorði var, jú tey skuldu minna hann á tað og sama var mikudagin.

So tímdi eg ikki meir ta vikuna, men royndi so aftur mánadagin eftir, tann 4. Mars. Nei, borgarstjórin var farin til Íslands við ein riðli av føroyskum kommunalpolitikkarum at læra seg kommunalpolitikk (leysligt sitat eftir Kringvarpi Føroya, tí stóra satan hjá onkrum blaðstjóra í Klaksvík).

Morgunin eftir at borgarstjórin kemur aftur av lærdómsferð, fari eg aftur til sjóðs, so fyri mítt viðkomandi var “byrjanin til eitt opið orðaskiftið við borgaran í Klaksvíkar Kommunu” av lakara slagnum.

Ná, men tað eg ætlaði at tosa við borgarstjóran um, var eitt mál sum eg fekst rættiliga nógv við fyri nøkrun árum síðan, nevniliga vegurin út til uttara býlingin úti á Oyri. Eitt ávíst speiðsemi má sigast at vera í at júst sum eg byrjaði at skriva hendan tekstin, síggi eg at Steinbjørn Jacobsen, sum hevur yvirtikið borgarstjórasessin, nú Jógvan Skorðheim er farin til Íslands at læra seg, skrivar í Norðlýsinum at nú skulu vegirnir raðfestast, eisini Oyravegurin.

Kanska tað var betur um Steinbjørn var farin til Íslands, heldur enn Jógvan. Steinbjørn stóð á odda fyri býráðnum í 2006, tá arbeiðið byrjaði uppá vegin her úti. Og eftir at hava grivi alt upp, sleptu teir tí teir høvdu í hondini og fóru heim. Knappliga ein morgunin vaknaðu teir við kaldan dreym og sóðu at pengakassin var tómur. Eftir stóðu vit við runudíkjum, grótrúgvum og ein holið har vegurin hevði verði. Einar 200 metrar til longdar, 4 metrar breitt og 2-3 metrar djúpt. Soleiðis ætlaðu teir at tað skuldi liggja til pengakassin fyltist aftur.

Ikki nóg mikið við tí. Eitt fitt petti av mínum privata stykki var grivi burtur, røturnar á trøunum peiggjaðu út í leysa loftið, saman við leivdunum av garðinum. Og innkoyringin til garasjuna var avgrivin. Soleiðis var hendan ólukku morgunin, tá arbeiðsmennirnir hjá kommununi sleptu amboðunum har teir stóðu og fóru heim.

Ikki tykkum at siga, borgarstjórin Steinbjørn, eins og umsitingin, fingu hvørki svøvnfrið ella matnáðir, fyrr enn eg hevði fingið mítt afturgjørt og langhylurin var fyltur aftur.

Men síðan hevur tað ligi sum ein skomm. Tann parturin av vegnum, har holið var, er enn sum ein urð at koyra eftir. Eina ferð um vikuna kemur ein bilur hjá kommununi við oljugrúsi at koyra í ringastu holurnar, tað liggur so nakrar dagar, áðrenn tað verður elt úr aftur og vikuna eftir endurtekur søgan seg. Eftir 6 – 7 árum man nógv oljugrús vera fari í hasar holurnar.

Og nú er aftur fari at grava upp tað sindri av góðum asfalti, sum er. Helst okkurt kaðalarbeiði. Tá tað er liðugt, verður tað hampiliga góða asfaltið skift út við oljugrús, sum síðan verður elt upp og má skiftast einaferð um vikuna. Pílarnir peika niðureftir.

Vegurin longur úti er rættiliga góður. Har var eitt gott asfaltarbeiði gjørt. Men alt rundanum er ein skendsil. Nú eg havi búð her í góð 25 ár, er uttari partur av bygdini ljótari og ónossligari enn nakrantíð.

Í seinastu býráðssetu, tá Gunvá við Keldu var borgarstjóri, bjóðaði eg Gunvu til ein kaffimunn her hjá okkum ein góðan summardag. Vit prátaðu um hvussu bygdin sá út og vit fóru eisini ein túr at skoða ræðuleikarnar. Alt frá dumpinum hjá Norðhús sunnanfyri bygdina til urðina norðanfyri. Jú, hetta var “forferdiligt” og mátti fáast uppá pláss.

Men sum so ofta fyrr, var hetta bara skúm og bláur roykur. Onki hendi hendi og tað er bara versna síðan.

Um hetta sama mundi, varð ein staðbundin nevnd vald fyri Norðoyri. Eg hevði ongantíð nakran fidus til hesa nevnd. Haldi tað var við Gunvu eg segði at eg helt hetta fór at gerast ein “halt kjaft” nevnd. Um borgarar úti á Oyri vendu sær til býráðið við onkrun, tey vóru misnøgd við, fór bara at vera víst til nevndina. Men nevndin hevur ongar heimildir og er sera heft av hvussu persónarnir í nevndini eru.

Duga teir ov illa at “spæla politiska spælið” kunnu teir skjótt verða drignir uppá trá av politikkarunum í nevndini, har borgarstjórin er formaður.

Ikki kann sigast at undanfarna nevndin setti nevniverd spor eftir seg, so nýggja nevndin hevur ikki stórar skógvar at fylla. Um hon fer at seta størri merkir í landslagið enn undanfarna, vil tíðin vísa.

Nája, fundurin við borgarstjóran. Mær dámar so illa orðið fundur. Tað ljóðar so formelt. Ætlaði bara at fáa eitt prát við hann um hvørjar ætlanir hetta nýggja býráðið hevur við bygdini her úti. Um teir hava nakrar ætlanir um at gera hetta liðugt og at fríðka um hjá okkum.

Men borgarstjórin ynskti vist ikki at tosa við meg. Tá okkara fólkavaldu velja at byrgja seg inni handan stongdar dyr, móttøkur og umstillingar, hava borgarar bara fjølmiðlar eftir.

Er tað “opið”? Tja, tað er tað kanska. Men tað er rættiliga einvegis og serliga konstruktivt er tað heldur ikki.¨

Nú fáa vit at síggja um opna orðaskiftið hjá nýggja býráðnum eisini verður skúm og bláur roykur.

Dánjal Jákup Meinertsson