Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tunnilsdagin verður marknaðardagur í Emmaus

John William Joensen

Árligi marknaðardagurin hjá Emmaus verður leygardagin 9. mars. Byrjað verður kl. 10 við andakt. Væntandi varar tiltakið í 2 tímar.

Árligi marknaðardagurin hjá Emmaus verður leygardagin 9. mars. Byrjað verður kl. 10 við andakt. Væntandi varar tiltakið í 2 tímar.

Nógv er á skránni á marknaðardegnum: Mattombola, eydnuhjól, páskakurvar, kjálkar, kaffi/te og nýbakaðar vaflur og annað.

Undirtøkan hevur verið góð undanfarin ár, og eru fyrireikararnir sera takksamir fyri tað. Nýtt Emmaus varð bygt fyri fáum árum síðan, og raksturin kostar væl av peningi. Tí vóna fyrireikararnir at síggja nógv fólk á marknaðardegnum.

Tikið verður ímóti lutum til tiltakið fríggjadagin millum kl. 18 og 20.

Harleyfacadeacryl