Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

“Mr. TB” væntar javnleik í Klaksvík

Jákup Ósá

Niels Petersen er spentur uppá dystin í Klaksvík leygardagin og hevur eisini góðar vónir um, at TB fer at fáa stig.

Niels Petersen er spentur uppá dystin í Klaksvík leygardagin og hevur eisini góðar vónir um, at TB fer at fáa stig.

Niels Petersen tippar soleiðis um komandi kappingarár:

Topp 4:
1. HB
2. Víkingur
3. EB/Streymur
4. KÍ

Niðurflytarar:
07 Vestur og AB

Toppskjútti:
Páll Klettskarð (KÍ)

Ársins leikari:
Ndende Adama Gueye (TB)

Ársins stjørnuskot:
Poul Ingason (TB)


Niels væntar javnleik

 – TB bjargaðu sær tilveruna í Effodeildini, við evsta mandati. Í ár hava tvøramenn hug til at pressa seg longur upp eftir stigatalvuni, og tað er væl hugsandi, at tað er gjørligt, tí leikaratilfeingið er nóg gott. Fyrstu dystirnar í kappingarárinum eru vanliga merktir av, at menn líka skulu sparka vetrarsteðgin úr beinunum, og tí er vanligt, at tað ikki altíð er tað flótandi spælið, vit verða vitni til, so tíðliga á árinum, sigur Niels Petersen við Norðlýsið.

Niels heldur ikki, at man skal leggja nakað í venjingardystirnar.

 – Liðini hava gamaní spælt fleiri venjingardystir, men við allari virðing fyri venjingardystum, so er tað bert venjing undir trýsti. Um vikuskiftið er tað at fyrsti bardagin av 27 intensum umførum, veruliga fer av bakkastokki, og tað er nú at tað veruliga kemur spenningur í. Eg vænti tískil ein tættan og intensan dyst, har KÍ møguliga er leikliga við yvirvág, men har TB kempar fyrimyndarliga, og skavar seg til ein javnleik. Javnleikur er tað eisini endað við, seinastu tvær ferðirnar, TB hava vitjað við Djúpumýru, og eg meti, at hetta verður støðan hesaferð eisini, metir ídni TB fjepparin.