Fyrsta umfar í Effodeildini er á skránni um vikuskiftið. Heimaliðini eru favorittar.
Fyrsta umfar í Effodeildini er á skránni um vikuskiftið.Heimaliðini eru favorittar.
Í fyrsta umfarinum í ár eru heimaliðini favorittar. Mentalan er um fyrsta umfar og tá er ofta pláss fyri óvæntaðum úrslitum, tí summilið eru ikki samanspæld og onnur í betri venjing enn summi. Tí er lítiðsannlíkt, at allir dystirnir enda við favoritt sigrum.
EB/Steymur-07Vestur
Meistararnir fáa eina á pappírinum yvirkomuliga uppgávu.EB/Streymur hevur havt eina útskifting í vetur, men tað tykist sum liðið erhampuliga væl fyri hóast tað. Levi Hanssen verður sum skilst ikki við hendanfyrsta dystin og Rógvi E. Nielsen er eisini ivasamur. 07Vestur liðið er trupultat meta um, men søgan sigur, at teir fáa tað trupult og hópurin tykist eisininakað tunnur til at fara at standa seg millum tey betri. Hóast EB/Streymurvanliga byrjar kappingarárið ógvuliga varisliga, so tippa vit ein heimasigur.Tipping: 1
ÍF-AB
Fuglfirðingar hava havt eina stóra útskifting ogspurningurin er so, hvussu hetta kemur at síggjast kanska serliga fyrstuumførini, tí endaligi hópurin kom seint uppá pláss. AB hevur verið nærumflúgvandi í venjingardystunum, men hesir hava neyvan sagt sannleikan umargjamenn. Á pappírinum hevur ÍF eitt betri lið, men her kann lúra eitt óvæntaðúrslit, tí argjamenn vera uttan iva sera svangir fyrstu umførini, nú teir eruuppflytarar. Vit fara tó at halda okkum til tann sterkara hópin, ið eisinispælir á heimavølli. Tipping: 1
HB-B36
Grannauppgerðin er á skránni longu í fyrsta umfarinum. Ogfortreytirnar eru ógvuliga ymiskar hjá liðunum, tí meðan HB hevur mest sum samahóp sum í fjør, so hevur B36 havt stóra útskifting. HB er favorittur hjá mongumtil at vinna FM, meðan tað er verri at meta um B36, sum eisini kann gera seggaldandi. HB er uttan Heina Vatnsdal og Rógva Holm, meðan Jákup á Borg er uttanfyrihjá B36. HB fer í ár at spæla álopsfótbólt, meðan B36 neyvan hevur fólki til atspæla verjufótbólt. So her liggur í luftini, at vit fáa fleiri mál, hóast talaner um fyrsta umfar. HB er favorittur. Tipping: 1
Víkingur-NSÍ
Spennandi eysturoyar uppgerð í Sarpugerði. Tey flestu væntastóra framgongd til hesi bæði liðini í mun til í fjør, tá Víkingur endaðinummar 5 og NSÍ nummar 7. Á pappírinum skuldi Víkingur havt meiri royndir, menbæði liðini skulu spæla fleiri nýggjar mans í uppstillingina. Her er eingingreiður favorittur, men Víkingur er á heimavølli og skulu hava trý stig íheimadystum móti liðum sum NSÍ. Tipping: 1
KÍ-TB
Í fjør endaðu báðir dystirnir í Klaksvík millum hesi bæðiliðini við javnleiki. Tað sigur okkum, at her er ikki nakar greiður favorittur,tí hesir TB leikararnir eru “vanir” við at fáa úrslit í Klaksvík. TB liðið ertrupult at meta um í ár, men flestu útmeldingarnar har suðuri frá benda á, atteir hava eitt betri lið í ár enn í fjør, hóast viðmerkjarar eru ójavnir á málium hetta. Við nýggjum venjara verður tað uttan iva eitt sera tendrað TB lið, iðkemur norður til Klaksvíkar. KÍ liðið er eisini ringt at meta um, tí hópurin ersterkur, men venjingardystirnir hava sum heild ikki verið serliga sannførandi.Men KÍ kann við sigri beinanvegin betra seg á tveimum økjum í mun til í fjør:KÍ vann ikki fyrr enn í 6.umfari í fjør og KÍ vann ikki á TB á heimavølli ífjør. Norðlýsið tippar, at KÍ fær vent teimum hagtølunum. Tipping. 1




