Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Una Olsen verður leikandi venjari

Jákup Ósá

Tað verður liðskiparin hjá Stjørnuni seinastu árini, ið skalhava ábyrgdina av liðinum seinastu seks dystirnar.

 

Hetta váttar Kristoffur Ragnarsson, formaður í Stjørnuni, fyri Norðlýsinum í kvøld.Samstundis er greitt, at Morten Hust Petersen, ið áður hevur verið høvuðsvenjari hjá Stjørnuni, verður hjálparvenjari.

         –  Vit hildu tað, at tað var keðiligt at onganvenjara at hava seinastu seks dystirnar. Tí heittu vit á Unu um at takaábyrgdina, tí hon hevur verið okkara liðskipari seinastu árini. Hetta hevur honsagt ja til og hon hevur so heitt á Morten Hust Petersen um at hjálpa sær og táer tað fyrst og fremst til dystirnar, at hann hjálpir til. Málið hjá okkum erat fáa gjøgnumført kappingina og at spæla tær ungu leikararnar inn á liðið.Stigini koma í aðru rekkju. Annars verður hópurin óbroyttur, sigur KristoffurRagnarsson við Norðlýsið.

      Seinasta sunnudag steðgaði samstarvið millum Stjørnuna og Svein Rógva Ljósstein Nielsen av fíggjarligum orsøkum. Nú hevur kvinnuliðið hjá Stjørnuni so funnið eina loysn fyri írestandi dystirnar.

Harleywoodpaint