Í vikuni vórðu mongu skattauppgerðirnar hjá TAKS fyri 2012 sendar út, og í sama viðfangi lata dyrnar upp til eSkatta skipanina. Sjálvvirkandi eSkatta skipanin hjá TAKS er eitt hent amboð hjá teimum, sum vilja avgreiða síni skattaviðurskifti skjótt og lætt. Í fjør nýttu met nógvir borgarar eSkatta skipanina.
Í vikuni vórðu mongu skattauppgerðirnar hjáTAKS fyri 2012 sendar út, og í sama viðfangi lata dyrnar upp til eSkattaskipanina. Sjálvvirkandi eSkatta skipanin hjá TAKS er eitt hent amboð hjáteimum, sum vilja avgreiða síni skattaviðurskifti skjótt og lætt. Í fjørnýttu met nógvir borgarar eSkatta skipanina.
“Tað er hugaligt at staðfesta, at hvørtár taka fleiri og fleiri føroyingar eSkatta skipanina til sín. Á TAKS royna vitáhaldandi at eggja fólki at brúka eSkatt. Tað vísir seg bæði at vera skjótariog lættari at avgreiða síni viðurskifti á netinum, sigur Eyðun Mørkøre, stjóriá TAKS.
eSkatta skipanin vendir sær ítøkiliga til fýrabólkar. Talan er um borgarar, sum annaðhvørt skulu broyta sína FramskundaðuSkattauppgerð (blátt skjal) ella hava fingið Sjálvuppgávu (grønt skjal).Harumframt kunnu borgarar, sum hava fingið Kapitalvinningssjálvuppgávusendandi ella vilja broyta sína Kapitalvinningsuppgerð, eisini brúkaeSkatt.
Fyri størsta partin av føroyskuskattgjaldarunum, nærum helmingin, er ikki neyðugt at hugsa um eSkattaskipanina. Felags fyri hesar skattgjaldarar er, at ongar broytingar skulugerast í teirra skattauppgerð.
Far beinleiðis til eSkatt(http://www.taks.fo/00004/01205/01529/)




