Um tú ikki væntar tær nógv av framtíðini, hevur tú kortini nógv at síggja fram til. Nýggj kanning bendir á, at pessimistar yvirhøvur liva longri enn fólk, sum síggja ljóst upp á framtíðina.
Um tú ikki væntar tær nógv av framtíðini, hevur tú kortini nógv at síggja fram til. Nýggj kanning bendir á, at pessimistar yvirhøvur liva longri enn fólk, sum síggja ljóst upp á framtíðina.
Eitt týskt granskaralið hevur júst almannakunngjørt eina kanning, sum vísir, at pessimistar hava ein tendens at liva longri, og eitt sunnari lív, enn teirra positivu kappingarneytar. Hetta skurrar vist í oyrunum á mongum.
Kanningin vísir, at um Hans Fríðrik Bólsá sær bjart upp á framtíðina, er størri møguleiki fyri at hann – ístaðin fyri negativa Frits Olaf Grót – verður raktur av avlamni ella deyða innan næstu áratíggju.
Hendan niðurstøðan er fingin til høldar úr spurnabløðum, ið vórðu send til túsundtals týskarar í tíðarskeiðinum 1993-2003.
Spurnablaðið gav granskarunum innlit í heilsustøðu hjá teim spurdu. M.a. skuldu tey spurdu svara uppá, hvussu nøgd tey vóru við lívi, og hvussu nøgd tey væntaðu at verða um fimm ár.
Av teimum, ið vóru 65 ár og eldri, høvdu 43 prosent undirmett nøgdsemi viðvíkjandi framtíðini. 32 prosent høvdu yvirmett hana, ímeðan 25 prosent raktu rætt.
Merkiligt nokk vóru tað tey, ið spáddu gott um framtíðina, sum vóru í størri váða at doyggja fimm ár seinni.
Granskaraliðið fann eisini út av, at persónar við góðari heilsu og góðari inntøku, høvdu størri tendens at undirmeta, ella meta ilt um framtíðina, enn tey við lágari inntøku og vánaligari heilsu.
So er spurningurin um hetta eisini er galdandi í Føroyum.
Kelda: videnskab.dk




