Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ársins brak í dag

Danial Viðoy

Klaksvíkar fimleikafelag hevur ársins brak í badmintonhøllini í dag. Í dag er nevniliga árliga fimleikaframsýningin. Úti við 300 fimleikarar luttaka.

Klaksvíkar fimleikafelag hevur ársins brak í badmintonhøllini í dag. Í dag er nevniliga árliga fimleikaframsýningin. Úti við 300 fimleikarar luttaka.

Ungu fimleikararnir hava í knapt eitt ár nú vant fram til hendan dag. Tað liggur sera nógv arbeiði aftan fyri hesa ítróttargrein. Ikki bert hjá fimleikarunum, men ikki minst hjá venjarum og hjálparfólkum.

Í nógv ár hevur framsýningin riggað væl og mann hon ikki eisini fara rigga til fulnar aftur í dag.

Fimleikaframsýningin byrjar klokkan 15.30, tá ið Klaksvíkar Hornorkestur spælir eyðkenda ‘marchin’ og fimleikararnir marsjera inn á gólvið.