Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tjøldrini eru komin – nú er Grækarismessuhaldið eftir

Oliver Joensen

Í morgun var ein stórur flokkur av tjøldrum at síggja á Oyri. Norðlýsið var ein tú við myndatólinum í góðveðrinum, sí myndirnar niðanfyri.

Tað er annars langt síðani, at vit sóu fyrsta tjaldrið á Oyri. Í vetur hevur eitt tjaldur hildið til  her hjá okkum. Í november 2012 var tað at síggja á Skálabergi uttan fyri lendingina á Oyri, og aftur sá eg tað tíðliga í januar.

Men hesi á Oyri í morgun hava valla verið her leingi, tey sýntust at vera væl fyri og vóru ikki so varðin, sum tey fyrstu sum koma mangan eru.

Nú kunnu vit við gleði fara til grækarismessuhald í KFUM ídag, tí tjøldrini valdu í hvussu so er einaferð aftur, at fjølgast í Føroyum.