Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Áhugaverdur panelfundur

Jákup Ósá

Leygarkvøldið var panelfundur í KÍ høllini, har kjakast bleiv um ítróttin í Klaksvík og Effodeildina 2013.

Leygarkvøldið var panelfundur í KÍ høllini, har kjakastbleiv um ítróttin í Klaksvík og Effodeildina 2013.

 

Fyrra kjakið snúði seg um ítróttarumstøðurnar í Klaksvík.Kjakið var áhugavert og komu ymiskar útmeldingar. M.a. helt formaðurin íStjørnuni, at peningurin frá Klaksvíkar Býráð var alt ov lítil og at játtaninátti at hækka. Hetta var eisini argumentið hjá einum av spyrjarunum í høllini.Treysti var kanska felagið við vánaligastu umstøðunum og har  tók Tummas Lervig, formaður í KÍ, fult undirvið Pól Sundskarð frá Treysti um at fáa eina rennibreyt við einum fótbóltsvølliinni í.

 

Í seinna panelinum bleiv kjakast um Effodeildina 2013. BillM. Jacobsen, Sigfríður Clementsenm Tróndur Arge og Teitur Joensen vóru sera vælupplagdir og dúgliga bleiv mett um tey ymisku liðini. Teir flestu tóktust samdirí, at Effodeildin hevði 2013 var trupul at meta um, men at man kundi peika átrý lið, ið vóru væl veikari enn hini. B36 fekk heldur ikki stóran uppbakningfyri at klára seg væl í ár, meðan KÍ, ÍF og NSÍ vóru tey truplu at meta um. Allir høvdu HB sum besta boðið uppá FM vinnara.

 

Fitt av áhoyrarum høvdu leitað sær í køldu – sum fyrireikararnirtó ikki kunnu lastast fyri – høllina. Eisini var samrøða við Hjalgrím Elttør, meðanHans Andrias Jacobsen spældi tónleik í steðginum.