Søren Z. Jacobsen letur sera væl at søluni sum var omanfyri 20% betur enn sama tunnilsdag í fjør, men tølini frá Norðoyatunnlinum siga at helvtina færri bilar koyrdu gjøgnum Norðoyatunnilin enn vanligt er til tunnilsdagar.
Søren Z. Jacobsenletur sera væl at søluni sum var omanfyri 20% betur enn sama tunnilsdag í fjør, mentølini frá Norðoyatunnlinum siga at helvtina færri bilar koyrdu gjøgnumNorðoyatunnilin enn vanligt er til tunnilsdagar.
Sambært tølum fráNorðoyatunnlinum koyrdu einans 2308 bilar gjøgnum tunnilin leygardagin, í 2011koyrdu 5546 bilar. Tað lægsta talið av bilum á tunnilsdegnum higartil varannars 3800 bilar men leygardagurin er nýtt botmet við 2.308 bilum.
– – Sølanhjá okkum var sera góð leygardagin og eini 20% ella meira enn sama tunnilsdag ífjør. Vit gera altíð nógv burtur úr til Tunnilsdagin og tað vísir seg at geramun, sigur ein vælnøgdur Sørin Z. Jacobsen. Hann heldur at útlitini til vánaligkoyrilíkindi hava havt sína ávirkan.
– – Leygarmorguninvóru útlit til kava og vánalig koyrilíkindi og hetta hevur sjálvandi havtnegativa ávirkan á ferðsluna tvørtur um Leirvíksfjørð. Annars plagar hesintunnilsdagurin altíð at verða í februar og hann er heldur ikki tann bestisøludagurin av tunnildøgunum. Komanditunnilsdagurin sum í ár er 27. Apríl plagar at verða ein tann besti dagurin íárinum og eg trúgvi at hann verður eisini góður í ár.




