Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eldrapolitikkur, nýggj heim og framtíðar avbjóðingar

Tíðindaskriv

Havnar Framburðsfelag hevur aðalfund týsdagin 12. mars 2013 kl. 19.30 á Landsbókasavninum.

Havnar Framburðsfelag hevur aðalfund týsdagin 12. mars 2013 kl. 19.30 á Landsbókasavninum.

Á aðalfundinum greiðir Annika Olsen, landstýriskvinna í almannamálum, frá um hesi evni:

Eldrapolitikk

Nýggj heim til fólk við serligum avbjóðingum

Framtíðar avbjóðingar

Nú eldraøkið skal leggjast út til kommunurnar 1. januar 2014, er tað aktuelt at fáa lýst, hvussu tilgongdin hevur verið og verður frá nú av, til eldraøkið er lagt út.

Landsstýriskvinnan hevur sett 4 nýggj heim í gongd til fólk við serligum avbjóðingum m.a. heim fyri sálarsjúk í Havn og depil til børn og ung við fjølbreki í Runavík. Landsstýriskvinnan greiðir frá hesum verkætlanum og týdninginum av, at hetta økið verður útbygt.

At enda verður nomið framtíðar avbjóðingar á almannaøkinum eitt nú demografiskar avbjóðingar og hvussu vit framtíðartryggja vælferðarsamfelagið.