Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Reformar á skeivum grundarlagi

Oliver Joensen

Mong uppskot til reformar hava verið til viðgerðar her á landi seinastu árini. Fyrsta dagin fer Løgtingið so undir at smíða ein sonevndan pensjónsreform, ella part av honum. Hetta hevur avgerandi ávirkan á allar føroyingar framyvir. Tá slík stig verða tikin, er neyðugt við álítandi hagtølum og prognosum. Viðvíkjandi hagtølum er mangan prógvað, at illa er statt í Føroyum. Viðvíkjandi prognosum er ilt at spáa um framtíðina, eisini heima hjá okkum.

Pensjónirnar eru mangar og ymiskar. Mest týðandi er fólkapensjónin, sum vit øll gjalda til og tí eiga lut í, eins og í samhaldsfasta. Í Danmark t.d. verður hon mett at hava so stóran týdning, at politikarar tykjast samdir um, at hon er alt ov viðkvæmt mál at pilka við, tí verður hon helst ikki rørd. Hinvegin hava teir broytt serdonsku fyritíðarpensjónina (førtidspension : rættindi hjá 60-65 ára gomul at fara av arbeiðsmarknaðinum við pensjón áðrenn fólkapensjónsaldur) í sambandi við kontanthjálparreformin. Hjá okkum sýnast allar pensjónir, eisini fólkapensjón og samhaldsfasti at standa fyri skotum við komandi reformi.

Vert er at leggja til merkis, at ávísir flokkar framhaldandi trumla fram við hóttanum um eina “eldrabyrðu”. “Okkurt má gerast, tí skjótt verða vit bara 1,8 fólk at forsyrgja hvørjum av teimum eldru, móti 4 í dag”, ljóða áhaldandi boðini, sjálvt um hetta í besta føri bert eru gitingar. Helst ein roynd at legitimera inntriv í rættindir hjá fólki. Í Danmark tosaðu tey eisini um slíkar “eldrabyrður” fyri árum síðani, men ikki longur, tí reformar á øðrum økjum og ein hækkaður pensjónsaldur (frá 65 til 67/69 ár) fulkomiliga broyta fortreytirnar fyri slíkum pástandum.

Tvørturímóti vísa nýggjastu tølini, at arbeiðsmegi fer ikki at tørva í framtíðini. Heili 350.000 fleiri enn í dag verða á arbeiðsmarknaðinum í 2050, siga framskrivingarnar. Hetta verður samanborið við risabroytingina í 70-unum og 80-unum, tá danskar kvinnur komu út á arbeiðsmarknaðin. Somu áskoðan hevur danska arbeiðsgevarafelagið (DA). Tí er tosið og hóttanin um “eldrabyrðuna” púra ógrundað í dag. Royndir í meira enn 100 ár vísa, at við vaksandi arbeiðsmegi, vaksa eisini arbeiðstilboðini. Hetta fer at geva samfelagnum størri vælferð í komandi árum. Í dag eru 2,9 milliónir menniskju í donsku arbeiðsstyrkjuni, í 2050 verður talið væl yvir 3 milliónir. Tað hægsta nakrantíð.

Ætlaða broytingin í pensjónsaldri (frá 67 til 69 ár) , yvirtøka av útlendingamálum, so vit fáa fleiri fólk til Føroya, betraða fólkaheilsustøðan, so fólk kunnu vera longri á arbeiðismarknaðinum, tvungna eftirlønarsamansparingin og nýskaptu vakstrarmøguleikarnir úti í fleiri av økjunum, skapa eina heilt øðrvísu støðu og borga fyri, at í Føroyum eru vakstrarmøguleikarnir minst líka góðir sum í Danmark, um framhaldandi verður rætt borið at politiskt.

Ræðslutíðindini í Kvf, at vit í 2050 kanska bert vera 38.000 fólk, hóast størri føðitíttleika enn í Danmark, kunnu ikki annað enn undra júst nú, pensjónsmálið kemur fyri. Ein ivasom prognosa kanska nýtt sum eitt “søkt argument”, men ónýtiligt og óviðkomandi í viðgerðini av pensjónsspurninginum.

Kvinnufráflyting og mammudagar í Keypmannahavn er eitt heilt annað mál, ið skal takast í álvara, og arbeiðast skal við, men langtíðarprognosur sum argument, eiga vit, sum skilst, at ivast stórliga í.

Politikarar, sum vilja vinna sær trúvirði aftur, skulu kenna veruleika og neyðug fakta, áðrenn teir viðgera stórmál, so týðandi reformar ikki verða gjørdir á skeivum grundarlagi.