Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fløsku innsavning til Danmarkarferð KÍ U-14 dreingir

Oliver Joensen

Í summar steðginum fara U-14 dreingir hjá KÍ á Danmarkarferð á Fótbólts festival, tað er ein kapping sum verður í Århus í døgunum 23. til 28. Juli.

Í summar steðginum fara U-14 dreingir hjá KÍ á Danmarkarferð á Fótbólts festival, tað er ein kapping sum verður í Århus í døgunum 23. til 28. Juli.

Við í ferðalagnum vera 25 fólk, leikarar, leiðarar og venjarar. Tað er kostnaðarmikið at fara á eina slíka ferð og tí skulu nógvir pengar til. Ætlanin er at gera fleiri tiltøk, tað fyrsta er at samla fløskur. Dreingirnir ætla at ganga hús úr húsi í Norðoyggjum eftir páskir og biðja um fløskur og blikk, alt sum kann avreiðast. Vónandi taka øll væl ímóti teimum. Tað verða vaksin sum standa fyri innsavningini, peningurin fer óskerdur til hesa ferð, sum er partur av ungdómsarbeiðinum hjá KÍ.

Liðini sum luttaka í kappingini koma úr ymiskum londum, so tað verður spennandi at vita hvørjum KÍ dreingirnir møta. Leikt verður 11 móti 11 á vølli í fullari stødd, tað verður ein spennandi avbjóðing fyri dreingirnar sum vanlig leika 9 móti 9 á vølli frá 16m til 16m.

Liði sum ferð til Danmarkar er teir dreingirnir sum hava leikt saman seinastu árini, fyrst sum tvey lið, leikt á kvart vølli og seinri sum samansett lið. Liði hevur fingið nýggjan venjara, Karl Marius Poulsen sum í løtuni tekur venjaraútbúgving. Av tí at hann skal uttanlands í útbúgvingar ørindum verður hann ikki við á túrinum. Venjararnir sum hava vant hesar dreingirnar gjøgnum tíðina vera við ístaðin, Eyðbjørn Jacobsen, Símin Pauli Sivertsen, Lassin Isaksen, Jan Joensen og Olgar Danielsen.

Fari verður úr Føroyum 22. og heim aftur 29. Juli.

Dreingirnir takka fyri stuðulin.